Nógv fólk á borgarafundi í Nólsoy

- Eg eri ógvuliga spentur uppá, hvat úrslitið verður, sigur Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy

Fólkaatkvøða

Leygardagin var borgarafundur í Nólsoy í samband við, at fólkaatkvøða verður í kommununi komandi leygardag um møguliga samanlegging við Tórshavnar kommunu.
Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður, sigur, at eini 120 fólk vóru á fundi, og hann heldur, at hetta var ein góður fundur, har nógvir ymiskir spurningar vórðu reistir.
- Í fyrsta lagi greiddi eg frá sáttmálanum um samanlegging og vísti á, hvørji høvðsmálini aftanfyri ætlanina eru.
Tað er nevniliga eitt samt bygdarráð, sum mælir til at leggja Nólsoyar kommunu saman við Tórshavnar kommunu.
Eftir frágreiðingina hjá Jógvani, høvdu fólk høvi at seta bygdarráðsformanninum og býráðsformanninum í Havn, Jan Christiansen, spurningar.

Nógvir spurningar

Jógvan sigur, at fólk høvdu nógv uppá hjarta, og náttúrliga vóru tað serliga tey ivingarsomu, sum høvdu nógv at spyrja um.
- Eg haldi, at hetta var ein positivur fundur. Kanska var onkur eitt sindur lunkaður, men hetta er ikki annað, enn roknast kann við á einum borgarafundi, tá so týðandi mál eru til viðgerðar.
Spurdur, hvørjum úrsliti hann roknar við á fólkaatkvøðuni komandi leygardag, sigur Jógvan, at tað dugir hann slett ikki at meta um. Hinvegin dylur hann ikki, at bygdarráðið vónar, at borgararnir í Nólsoy taka undir við at leggja kommunurnar saman.
Jógvan ásannar tó, at í Nólsoy eru fólk bæði fyri og ímóti samanlegging.
Á borgarafundinum í Nólsoy segði Jógvan Arge, býráðslimur í Havn, eisini nøkur orð.

203 veljarar

Í Nólsoy eru tilsamans 203 veljarar, og valhølini verða opin leygardagin sum vanligt, tá ið val er.
Jógvan Thomsen sigur, at brævatkvøður vórðu sendar út mánadagin, og annars ber til at atkvøða við brævatkvøðu bæði í Nólsoy og á Snarskivuni í Havn til hósdagin, soleiðis at atkvøðurnar eru komnar í valkassan, tá ið hølini lata upp leygarmorgunin.
Á atkvøðuseðlinum er ein spurningur, sum svarast kann ja ella nei uppá:
Heldur tú, at Nólsoyar kommuna og Tórshavnar kommuna skulu leggja saman í eina kommunu?
- Eg eri ógvuliga spentur, hvussu útfallið verður, sigur bygdarráðsformaðurin at enda.