Nógv fólk á Barnafestival!

Í góðveðrinum í Havn í dag hevur ein rúgva av fólki leitað sær oman í Grasagarð og Kommunuskúlagarðin, har ársins Barnafestivalur verður avhildin.

Yvir 2000 atgongumerki eru seld til Barnafestivalin, sum byrjaði í morgun kl. 11 og verður líka til kl. 18 í kvøld. Ársins høvuðsnavn - Line kend frá donsku X-Factor kappingini – kemur at seta punktum fyri festivalin.

Hóast Line skal roknast fyri høvuðsnavn eru tað eisini nógv spennandi føroysk nøvn, ið luttaka so sum Trøllapætur og Ævintýrferðin. Men tað sum serstakliga er vert at leggja til merkis, eru øll tey ungu nøvnini – sokallað tallentbørn frá Margarinfabrikkini – ið skulu ella hava upptraðkað. Hóast sín unga aldur eru tey longu sera dugnaligir sangarar og tónleikarar, og koma vit uttan iva at hoyra meira til teirra í framtíðini.

Her eru nakrar myndir tiknar í Grasagarði og Kommunuskúlagarðinum í dag.