Umleið 500 fólk fingu sær suppu á gamla Nyki Væl av bátum sigldu teinin úr Skálafirði og inn á Oyrarnar á Toftum. Toftamenn meta, at umleið 60 bátar vóru í bátafylginum.
Tað gekk skjótt at leggja bátarnar, og fóru bátafólkini stundisliga inn á gamla Nyk, har umleið 500 fólk fingu sær suppu.
Nógv tiltøk verða í festivalteltinum seinni í kvøld. Klokkan 18 byrjar uppboðssøla av einari serligari tekning. Klokkan 19.30 verður mótasýning við Navia - Insito. Klokkan 20 fer Hanus G. Johansen at syngja.
Klokkan 21 verður ein sangløta við trúboðaraskipinum ?Juvel?.
Klokkan 23 byrjar dansurin í teltinum við Halli Joensen og orkestri.