Nógv føla seg hótt

KOMMUNUSAMANLEGGING Eg visti, at ætlanin at leggja kommunur saman, fór at elva til mótstøðu, men gera vit tað ikki, mugu vit eisini vera til reiðar at rinda prísin, sigur Helena Dam á Neystabø

- Leggja vit kommunur saman, er tað greitt, at summi fara at missa vald.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í innlendismálum, heldur, at hetta er ein orsøk til, at nógv hava sett seg ímóti ætlanini at leggja kommunur saman.
- Tá ið fólk missa vald, føla tey seg hótt og tí var eg fullgreið yvir, at ætlanin at leggja kommunu saman, fór at elva til mótstøðu.
Men kortini heldur landsstýriskvinnan, at tað er neyðugt at leggja kommunur saman.
- Gera vit ikki tað, mugu vit eisini í felag vera til reiðar at rinda prísin fyri tað, leggur hon afturat.
Prísurin verður, at vit fáa minni og minni ráð til at menna hetta samfelagið og sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, er rættiliga stórur ójavni ímillum tey sterkari og tey veikaru økini og ein samanlegging er ein fortreyt fyri at fáa ójavnan at minka.

Ikki samd
Helena Dam á Neystabø sigur, at verður kommunubygnaðurin broyttur, mugu øll sjálvandi vera til reiðar at slaka eitt sindur.
- Men hon er ósamd í, at politikarar siga, at teir ikki vita, hvat hetta snýr seg um, tí ein politiskur fylgibólkur hevur sitið alt valskeiðið og arbeitt við málinum.
- Formliga fráboðanin frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum er, at teir taka undir við ætlanini.
Samstundis hava Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn og Sjúrður Skaale boðað frá, at teir taka undir við tí.
Tí heldur Helena Dam á Neystabø, at hon væl kann verja avgerðina, at leggja tað fram nú.
Seinni hevur Annika Olsen úr Fólkaflokkinum somuleiðis boðað frá, at eisini hon tekur undir við samanleggingini.
- Nú havi eg so lagt eina ætlan fram, sum fylgir tí leisti, vit hava arbeitt við í nógv ár.
Hon staðfestir eisini, at val til kommunustýrini er um eitt gott ár og tí er hetta í evstu løtu at broyta kommunubygnaðin. Eydnast tað ikki nú, er tað í minsta lagi skotið langt út í framtíðina.
- Vit hava havt kommunubygnaðin á skrá í nógv ár. Eydnast tað ikki at broyta hann nú, haldi eg, at vit skulu taka hann av politisku skránni og heldur fara at tosa um, hvussu vit so skulu menna hetta landið uttan at styrkja kommunurnar.
- Er tað týdningarmiklari at halda lív í 30 kommunum, enn at menna landið, fer ójavnin millum økini at veksa, vælferðin fer at versna og tí haldi, er, at stundin er komin til at taka stórar avgerðir.

Tapa kappingina
Kortini staðfestir Helena Dam á Neystabø, at tað er Løgtingið sum ræður. Nú hevur hon so fyrireikað málið og lagt tað fram og nú er tað so Løgtingið, sum eigur avgerðina.
- Vit eru í aðrari kapping við onnur lond og taka vit ikki avgerðir av týdningi, merkir tað, at vit halda fast í eina farna tíð og so verða vit afturútsigld.
- Tí verður neyðugt at fremja nakrar grundleggjandi, bygnaðarligar broytingar og tað hava vit skyldu at royna nú.
Hon er sannførd um, at bygnaðarligir broytingar eru ein fortreyt fyri at menna landið og varðveita vælferðina.
Helena Dam á Neystabø sigur, at nú málið verður lagt fram, væntar hon, at tillagingar fara at verða gjørdar í Løgtinginum.

Mark skal vera
- Eg vil siga, at allur bati bøtur. Men eg vil eisini siga, at endar hetta ikki við eini veruligari samanlegging, ber heldur ikki til at leggja eldraøkið undir kommunurnar, tí ein fortreyt fyri tí, er, at vir fáa nakrar fáar, sterkar kommunur.
Hinvegin er tað sjálvandi eisini eitt mark fyri, hvussu nógv uppskotið kann broytast, tí tað er eisini meiningsleyst at leggja tað fram sum eitt sjálvtøkuborð, sum kann hoyggjast til í Løgtinginum, so at tað er ókenniligt, tá ið tað kemur til atkvøðugreiðslu.
- Tað má vera samanhangur í og kommunurnar skulu ikki vera nógv fleiri í tali enn tær sjey, átta, sum vit hava skotið upp, tí annars haldi eg ikki at tað ber til at leggja eldraøkið undir kommunurnar.
Men heldur Løgtingið, at Fuglafjørður, Eysturkommuna og Klaksvík skulu leggja saman, skal eg ikki seta meg ímóti tí.
- Hinvegin má mark vera fyri, hvussu fríar ræsur kommunur fáa at leggja saman tvørtur um øki, sum natúrliga hoyra saman, sigur Helena Dam á Neystabø.

127-71
Helena Dam á Neystabø staðfestir, at sum støðan er nú, er veruleikin, at høvuðsstaðarøkið í Føroyum verður alsamt sterkari, samstundis sum at útjaðarin alsamt viknar.
Í aðrari talvuni sæst, hvussu ójavnt inntøkan er býtt ímillum tey ymsu økini í landinum, nú vit hava 30 kommunur.
Í hinari talvuni sæst, hvussu nógv javnari inntøkan verður, um so er, at ætlanin, sum nú fyriliggur um kommunusamanlegging verður sett í verk.
- Siga vit at miðal inntøkan hjá føroyingum er 100, er inntøkan í teimum sterkastu økjunum uppi á 127 í miðal, men hon er bara 71 í teimum veikastu økjunum, sigur landsstýriskvinnan í innlendismálum.
- Sostatt er risastórur munur á liviumstøðunum í teimum veikaru pørtunum í landinum og teimum sterkaru.
Tað er Fugloyar Kommuna, sum hevur eina inntøku upp á heili 127, men Tórshavnar Kommuna hevur eina inntøku upp á 111 og yvirhøvur liggja kommunurnar í miðstaðarøkinum høgt.
Verður kommunubygnaðurin broyttur eftir ætlanini, sum nú fyriliggur, lækkar inntøkan í teimum sterkaru økjunum niður í 107, men inntøkan í teimum veikaru økjunum veksur heilt upp á 91.
Hetta kemur tí at ætlanin er at gera eina javningarskipan, har kommunur fara at fáa blokk frá landininum.
- Verður ætlanin at broyta kommunubygnaðin framd, fer inntøkan at verða nógv javnari býtt ímillum tey ymsu økini í landinum og tað átti at verið ein stórur bati fyri útjaðarin, sigur Helena Dam á Neystabø.