Nógv er umvælt á Psykiatriska deplinum

Tað var vánaligt, men nógv er blivið munandi betur síðani

Tað vakti ans í gjár, tá Løgtingsins Umboðsmaður almannakunngjørdi eina frágreiðing við lemjandi kritikki av Psykiatriska deplinum eftir, at hon hevði verið á eftirlitsvitjan.


Les eisini: Kritikkur av Psykiatriska deplinum: Fólk liggja fastspent uttan eftirkanningar


Í tíðindunum á Rás2 á middegi segði Sirið Stenberg, at nógv av tí, ið Løgtingsins Umboðsmaður fanst at, longu er fingið í rættlag.


- Tað er soleiðis, at Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan fyri eini tíð síðan, og eftir ta vitjanini eru rættiligar stórar umvælingar farnar fram á psykriatiska deplinum. Nógv av tí, ið Umboðsmaðurin vísir á, vil eg siga eri eg púra samd við henni í. Umstøðurnar vóru heilt út av lagi vánaligar, og tíbetur hevur tað eydnast at sett pengar av, so man hevur høvuðsumvælt deildina, tí umstøðurnar vóru ikki nøktandi fyri okkara sjúklingar á nakran máta, sigur Sirið Stenberg við Rás2.


Hoyr alla samrøðuna við landsstýriskvinnuna við at trýsta á pílin undir myndini.