Nógv er á skránni í Skálavík í dag

Familju-og mentanarstevnan í Skálavík heldur fram í dag, og í morgun hevur góður morgunmatur verið borðreiddur á Keldu. Hetta var ein felags og ókeypis morgunmatur, har øll - bæði bygdarfólk, oyggjafólk og gestir annars - høvdu høvi at vera við.

Í morgun hevur Føroya Civila Hundaførarafelag eisini havt framsýning við hundum sum vísa kynstur, og her hevur verið greitt frá, hvussu hundaeigari kann venja sín hund.

Klokkan 11 byrjaði ein útferð til Søltuvíkar við Mariusi Clementsen sum ferðaleiðara. Her verður gingið um vakra náttúru, eins og Marius - tann góði frásøgumaður hann er - sigur frá hendingini, tá Prinsippina í 1895 fórst, og ein maður á eini lastalúku rak heilt til Kirkjubøar.

Matsøla byrjaði í Deplinum á middegi og heldur fram til klokkan 23, og millum klokkan 13 og 16 er høvi hjá børnum at ríða á hesti. Seinnapartin verður eisini høvi hjá børnum at verða við í ymiskum øðrum tiltøkum, og eitt nú fara tey at fanga síl - og tey fara á skattaveiði. Seinni fara børn eisini at grilla pylsur.

Í hálvan annan tíma millum klokkan 14 og 15.30 fer Føroya Seyðahundafelag at vísa, hvussu til ber at brúka seyðahund til rakstur, og felagið fer at vísa, hvussu hundahvølpar verða vandir upp til seyðahund.

Klokkan 15 í dag verður gongutúrur í Skálavík - av Mølini og niðan í kirkjuna - har Palli Dalsgaard fer at greiða frá um kirkjuna, listaverkini og træskurðirnar hjá Trønda í Trøð. Eftir frásøgn í kirkjuni verður gingið niðan í Innara Dal.

Um somu tíð, sum gongutúrur verður í Skálavík, verður eisini fyrilestur um føroyska hestin. Fyrilesturin verður á Deplinum, og tað verður Anna Louisa Joensen, sum fer at greiða frá. Hon hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri at varðveita føroyska hestin og fer at greiða frá hesum arbeiði, eins og hon fer at lýsa framtíðarútlitini hjá føroyska hestinum.

Klokkan 17 verður áhugaverdur fyrilestur í Deplinum um føroyska bátin. Tað verður Marius Clementsen, Marius á Klettum, róptur, sum fer at greiða frá. Marius fór blaðungur til Miðvágs at læra seg at smíða bátar, og hann hevur í sínum virknað lívi smíðað einar 250 føroyskar bátar tilsamans.

Kristiliga Sangkórið hevur konsert á Deplinum klokkan 19, og klokkan 21 fer Hanus G. Johansen at hava konsert á Keldu.

Klokkan 22 í kvøld verður føroyskur dansur, har dansifeløgini skipa fyri, og klokkan 23 verður enskur dansur, har Skarvslop spælir. Úr Skálavík verður sagt, at sum kvøldið gongur, verður skiftandi enskur og føroyskur dansur á Keldu.

Skráin fyri familju-og mentanarstevnuna í Skálavík heldur fram í morgin, og Portalurin fer seinni at hava eina frásøgn um, hvussu skráin tá sær út.

Myndina av Skálavík hevur Birgir W. Høgnesen tikið.