Eystanstevna
Skráin fyri stevnuna byrjaði longu týsdagin í hesi vikuni, tá ið Roysnið skipaði fyri grand-prix renning fyri vaksnum í Runavíkar-økinum, og hósdagin varð fyrsta framsýning av Eystanstevnukabarettini í Glyvra skúla.
Í dag, fríggjadagin, byrjar skráin við, at Sjókaféin í Runavík letur upp klokkan 9, og somuleiðis hava allir handlar í Handilsmiðdeplinum opið frá klokkan 10 til 23. Matstovan, Casa Blanca, sum eisini er nevnd í skránni fyri stevnuna, læt upp í morgun klokkan 11.30 og verður opin til klokkan 23.
Aftur í kvøld skipar Roysnið fyri grand-prix renning, og hesaferð er renningin fyri børnum.
Klokkan 18 í kvøld er fótbóltsdystur á skránni fyri børum undir skúlaaldur, og ein tíma seinni spæla dreingir hjá NSÍ og B36.
Tivoli letur eisini upp í kvøld, og barnaundirhald verður við Trøllapæturi, Ommuni, Jógvani og Erlingi á stevnuøkinum. Go-kart, el-bilar og barnadiskotek er eisini til børnini.
Í kvøld er eisini listaframsýning í býráðshøllini, ungdómsgudstænasta í Glyva kirkju og Eystanstevnukabarett. Av øðrum tiltøkum í kvøld er stóra gospel-konsertin í Ítróttarhøllini í Runavík og opið hús í Missións-og ungdómshúsinum.
Á midnátt verður diskotek í Støkkhøllini.
Leygardagin eru fleiri fótbóltsdystir á skránni, og mest spennandi dysturin verður ivaleyst landskappingar-og steypadysturin millum NSÍ og TB í 1. deild, sum verður klokkan 17.
Klokkan 13.45 leygardagin verður skrúðgonga frá Glyvra skúla og út á stevnuøkið, har Kári Thorsteinsson setir Eystanstevnuna og Nes sóknar Musikkfelag spælir og Kór Glyvra kirkju syngur.
Kappsigling verður eisini leygardagin, og her er tað Seglið, sum skipar fyri.
Støkk skipar fyri fimleikaframsýning í Ítróttarhøllini.
Klokkan 16 leygardagin syngur Brandur Enni á stevnuøkinum, og kokkan 21.30 syngja Niels Midjord og Petur Jacob Eliassen.
Keldan í Skálafirði verður eisini á stevnuøkinum leygarkvøldið.
Á midnátt verður midnáttarsamkoma, har kórið hjá Jóhan Mortensen syngur og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, heldur røðu.
Leygarkvøldið spæla Terji Rasmussen Band til dans í Ítróttarhøllini, og West og Blues spæla til gamlamannadans í Støkkhøllini.
Sunnudagin verða eisini fleiri áhugaverd tiltøk á skránni, og lagt verður fyri við gudstænastu í Glyvra kirkju við Martin R. Jacobsen, presti.
Fleiri av teimum tiltøkum, sum eru á skránni leygardagin, verða uppafturtikin sunnudagin. Framsýningarnar halda fram, matstovurnar hava opið, barnabilarnir koyra, eins og tivoli er allar stevnudagarnar.
Klokkan 15 sunnudagin verður kappróður, og eftir kappróðurin handar borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, steypini.
Klokkan 17 sunnudagin syngur Magni Christiansen á stevnuøkinum.
Sumoglíming, togtogan og stafett, har kendir persónar í Runavíkar kommunu eru við, verður á stevnuøkinum sunnudagin klokkan 19.
Skráin sunnudagin endar við kvøldsetu við tónleiki, sangi og skemti í Ítróttarhøllini. Hetta tiltak byrjar klokkan 21.
Seinasta tiltak á skránni fyri Eystanstevnuna í ár er Eystanstevnukabarettin, sum hevur seinastu sýning í Glyvra skúla mánakvøldið klokkan 20.