Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ráð um, hvussu tað skal farast fram eftir steðgin.
Hetta er í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur í fjórðingsfinaluni hevur vitjan av TB.
Felags fyri bæði liðini er, at tey manningarliga víkja frá tí, sum tey plagdu at síggja út í landskappingini.
Víkingur hevur verið meiri á bóltinum mesta partin av tíðini, men fram ímóti steðginum hevði TB eina góða løtu.
Talan hevur verið um fáar og heilt smáar málmøguleikar.
Líkindini at spæla fótbólt eru hampulig í kuldanum í Sarpugerði, har heimaliðið í fyrra hálvleiki hevur havt lotið undan.
Víkingur – TB kl. 17.00
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Olaf Bárðarson, Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
TB: Frederik Mehder – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen – Andreas Midjord, Mark Kongstedt, Einar Thorsteinsson – Filip Obadovic
Venjari: Michael Winter