Nógv er gjørt burtur úr hugnaløtuni

Leygarkvøldið á midnátt fara tey at bresta fýrverk í Gøtu

Allar stevnur, sum vilja nakað, hava eina kvøldsetu, hugnaløtu, midnáttarsamkomu ella hvat tey kalla tað.

Og soleiðis er eisini í Gøtu, og í ár verður nógv gjørt burtur úr, at fáa eina veruliga hugnaløtu leygarkvøldið á stevnuni.

Klokkan 23.00 verður bál tendrað á Oyruni, har nógv á stevnuni fer fram, og Kim Hansen fer at syngja.

Tað verður Sámal P. í Grund, løgtingsmaður, sum fer at halda midn áttarrøðuna

Heitar vaflur og kaffi kann keypast, og røða verður hildin. Á midnátt verður fýrverk og felagssangur.

? Vit hava ikki ásett hvussu leingi hugnaløtan skal varða, tí tað er upp til fólk sjálvi at avgera. Hava tey hug at halda á við felagssangi út á náttina, so kunnu tey gera tað, sigur Sonja á Líðarenda, nevndarlimur í GÍ og ein av fyrireikarunum av stevnuni.

? Vit vóna bara, at vit fáa skapt ein veruliga stevnustemning við hugnaløtuni, og at fólk fara at hava tað hugnaligt og stuttligt, sigur hon.