Arbeitt verður við eini ætlan um almennar tænastudeplar kring landið. Ætlanin skal latast landstýrismanninum við vinnumálum, sum vónar at kunna hava uppskotið við á landsstýrisfund um hálvan oktober.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at mett verður hóskandi at leggja slíkar deplar í samband við Postverk Føroya, sum er stovnur, ið hevur deildir kring landið, eins og stovnurin er í broyting í løtuni.
Talan kann vera um at leggja avgreiðslur, sum fyrr hava verið gjørdar á fleiri stovnum í eitt nú høvuðsstaðnum, saman á ein sovn onkrastaðni úti í lokaløkinum.
Ætlnain er at býta landið í fleiri stór øki, og so leggja ein slíkan avgreiðsludepil á eitt stað.
Sum dømi kann nevnast, at ein suðringur kann fara á eina skrivstovu í Suðuroy at avgreiða eini trý ymskk mál, hann skuldi gingið á tríggjar stovnar í Havn til at avgreitt. Slíkt sum at útfylla eitt oyðiblað, heinta einahvørja váttan ella slíkt, sum ikki krevur beinleiðis málsviðgerð, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tey, sum arbeiða við hesum uppskotinum, hava skeitt at eini enskari skipan, sum bretar nevna »One stop shop«, har hugskotið júst er at savna fleiri tænastur á einum stað.
Nakað, sum líkist tí, er longu at finna á Snarskivuni hjá Tórshavnar Kommunu, vísir Bjarni Djurholm á.
Hann leggur dent á, at enn er alt á fyrireikingarstøði, og at slíkt sum at flyta tæanstur, má viðgerast saman við teimum landsstýrismonnum, sum hava tær ávísu tænasturnar sum sítt øki.










