Fráfarandi leiðarin fyri altjóða kristna felagsskapin OM, Peter Maiden, sum er ættaður úr Norðuronglandi, og konan Win vitja OM Føroyar í døgunum 1. 4. november 2012.
Peter Maiden hevur tænt OM síðan 1974. Í 2003 gjørdist hann altjóða leiðari eftir stovnaran George Verwer. Peter Maiden er ein nógv eftirspurdur bíbliuundirvísari og undirvísir kring alt Bretland og í fleiri øðrum londum. Nú verður so eisini møguligt at koma til undirvísing hjá honum í Føroyum. Í samband við vitjanina verða ymisk tiltøk í Havn. Hóskvøldið 1. november verður hann í Oasuni, fríggjakvøldið verður ungdómsmøti í Dansifrøði, og leygardagin verður ein ráðstevna um dagin og OM-møti um kvøldið í Dansifrøði. Sunnumorgunin verður hann í Ebenezer og um kvøldið í Meinigheitshúsinum, skrivar heimasíðan www.om.fo










