Nógv eftirspurd rundkoyring

Havn: Umsíðir er líkt til, at rundkoyringin Blómubrekka – Óluvugøta – Sundsvegurin verður gjørd, samstundis sum Sundsvegurin verður dagførdur.

Havn: Umsíðir er líkt til, at rundkoyringin Blómubrekka – Óluvugøta – Sundsvegurin verður gjørd, samstundis sum Sundsvegurin verður dagførdur.

Rundkoyringin hevur ein diametur upp á 37 metrar við bæði gongu- og súkklubreyt. Atlit eru tikin til estetik, og at møguleiki verður at planta vøkstur í skráarnar. Eisini verður grótgarður laðaður, har tað er neyðugt.

Tekniska nevnd og fíggjarnevndin í býráðnum samtyktu at játta 200.000 krónur til prosjektering av skitsuuppskoti við kostnaðarmeting.

Samstundis varð eisini samtykt at dagføra Sundsvegin frá Vestara Ringvegi líka til nýggja innkomuvegin til Havnar. Hetta er eisini við atliti til fjarhitaleiðing til nýggja tónlistaskúlan, Norðurlandahúsið, møguliga nýggja svimjihøll og Gundadalsøkið annars.