Nógv drukkin fólk

Tað var eftir øllum at døma eitt váttligt vikuskifti í høvuðsstaðnum

Í øllum førðum hevði løgreglan í Havn meira at gera av fólki, sum hava fingið ov nógv upp í høvdið.

Trý fólk hava sovið á Politistøðini, og tað er eitt vanligt tal fyri eitt vikuskifti, men løgreglan hevur havt meira enn vanligt at gera við at koyra drukkin fólk heim.

Vanligt er altíð onkur, sum løgreglan má fáa heim fríggjakvøl og leygarkvøld, men hetta vikuskiftið var talan um fleiri fólk enn vanligt, verður sagt av Politistøðini í Havn.