12. hvørt ungfólk í Danmark millum 15 og 24 ár hava so stórar trupulleikar av rúsevna- ella rúsdrekkamisnýtslu, at tey hava tørv á viðgerð. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing frá Center for Rusmiddelforskning á lærda háskúlanum í Århus.
Tað merkir, at millum 25.000 og 30.000 donsk ungfólk hava tørv á viðgerð fyri rúsevnamisnýtslu, og at 32.000 onnur í sama aldursbólki hava tørv á viðgerð ímóti rúsdrekkamisnýtslu.
Professarin Mads Uffe Pedersen, sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina, sigur við Politiken, at hann er ovfarin av tølunum.
-Tey ungu byrja ógvuliga tíðliga at drekka og at brúka rúsevni, og hjá nógvum er nýtslan sera stór, sigur hann við blaðið.