Politiskur ófriður hevur kravt minst 60 mannalív í Kenya tað seinasta samdøgrið, men summar keldur halda, at tað veruliga talið er væl størri Ófriðurin tók seg upp aftan á forsetavalið seinasta hósdag. Almenna valnevndin sigur, at Mwai Kibaki, forseti, varð afturvaldur, men andstøðam sýtir fyri at góðtaka tað.
Tað hevur elvt til harðar samanbrestir, og sambært myndugleikunum hava minst 60 fólk latið lív hetta seinasta samdøgtið. Sambært myndugleikunum hava 100 fólk latið lív síðani valdagin, men aðrar keldur halda, at talið er væl størri.
Í býnum Kisumu hevur løgreglan lýst útigongubann, og hon hevur gjørt greitt, at tey, sum fara út fyri dyr, verða skotin.