Nógv dýrari at liva

Seinasta árið eru matvøruprísirnir hækkaðir 6,9 prosent. Samanlagt eru prísirnir á ravmagn og hita øktir við 28,8 prosentum. Hetta er metstórur prísvøkstur síðani brúkaraprístalið kom í gildi í 2001

Ein og hvør, sum fer ein túr til handils fær sjón fyri søgn um at prísirnir eru hækkaðir munandi seinastu tíðina. Í nýggjasta brúkaraprístalinum frá Hagstovuni sæst, at matvøruprísirnir hækkaðu 6,9 prosent seinasta árið, meðan ravmagn og hiti hækkaðu við heili 28,8 prosentum.


Methøg hækking

Hagstovan sigur, at vit í løtuni eru vitni til størstu økingina í brúkaraprístalinum síðani tað kom í gildi fyrsta ársfjórðing 2001 – bæði hvat viðvíkur ársfjórðings- og árligan prísvøkstur.

Frá fyrsta til annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 2,2 prosent, úr 113,9 til 116,4, og seinastu fýra ársfjórðingarnar er prístalið hækkað 6,7 prosent.

Tað er framvegis prísvøksturin á brennievni og matvørum, sum toga prístalið uppeftir.

Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 20,2 prosent upp, og prísirnir á brennievni til bilar 11,5 prosent.


Dýrari matvørur

Allir matvørubólkar eru dýrkaðir henda ársfjórðingin, og stórur prísvøkstur hevur verið á flestu matvørubólkum seinasta árið. Samanlagt eru matvøruprísirnir í handlum farnir 2,1 prosent upp, harav var vøksturin fyrsta ársfjórðing 1,3 prosent. Fyri veitingar á matstovum hevur prísvøksturin verið 4,1 prosent móti 2,6 prosentum fyrsta ársfjórðing, og frítíð og mentan er farið 1,1 prosent upp, serliga av prísvøkstri á ferðing til útlond, sigur Hagstovan.

Prísirnir á oljum og fitievnum eru farnir 14,7 prosent upp, breyð og kornvørur 9,9 prosent, mjólk, ostur og egg 7,7 prosent. Matvøruprísirnir samanlagt eru í dag 6,9 prosent hægri enn somu tíð í fjør.

Fyri býli samanlagt hevur prísvøksturin verið 17,3 prosent seinastu tólv mánaðirnar. Av býlisútreiðslunum eru tað serliga orkan, sum hevur togað prístalið uppeftir. Samanlagt eru prísirnir á orku farnir 28,8 prosent upp, brennioljan 42,7 og ravmagn 8,1 prosent.


Eisini í útheiminum

Tað er ikki bara í Føroyum at prísurin hækkar. Ógvisligur prísvøkstur hevur eisini verið á matvørum kring allan heim seinastu tíðina. Í mai mánaði var árligi prísvøksturin á matvørum í ES londum 7,2 prosent í miðal. Hetta er størsti prísvøkstur í ES síðan 2001. Prísvøksturin í Evropa hevur verið størstur í Eysturevropa og í Íslandi og minstur í Sveis og Noregi. Í Svøríki, Danmark og Finnlandi hevur prísvøksturin verið omanfyri miðalvøksturin í ES, í Føroyum beint undir, 6,9 prosent.


Orsøkirnar mangar

Í flestu londum eru tað prísirnir á týðandi matvørum sum mjólkarvørum, breyði og kornvørum, sum brádliga eru farnir upp í loft. Mangar greiningar verða gjørdar av prísvøkstrinum og um hvørjar orsøkirnar eru: eftirspurningurin eftir landbúnaðarvørum er vaksin, prísirnir á orku, seti og handilstøðum eru farnir upp, matvanar broytast í menningarlondum, akurskurðurin hevur miseydnast mangastaðni og dyrkilendi verður tikið til brennievni.


Líkjast Danmark

Eisini í Føroyum og trimum av grannalondum okkara er árligi prísvøksturin á matvørum tann størsti í mong ár. Prísgongdin á matvørum í Føroyum síðan 2002 líkist mest prísgongdini í Danmark, haðani mesti vøruinnflutningurin kemur.

Stóru sveiggini í prísgongdini í Íslandi endurspegla í stóran mun krónuvirðið ímóti øðrum gjaldoyrum.

Noreg hevur eisini sína krónu, men gjaldoyraviðurskifti hava ikki í sama mun ávirkað prísgongdina har hetta tíðarskeiðið. Prísfallið í Noregi fyrsta og annan ársfjórðing 2002 stóðst millum annað av lækking í meirvirðisgjøldunum á matvørum 1. juli 2001.