Nógv dýrari at keypa í Føroyum

Í sambandi við lýsingarátak hjá danskari handilsketu hevur Kappingareftirlitið gjørt eina prískanning í tveimum handlum, sum kappast á marknaðinum fyri gerandisvørur.

35 ymiskar gerandisvørur vórðu keyptar, tær somu í handlunum báðum, Fakta og Netto. Samlaði prísurin gjørdist hjá tí lægra 498,20 og hjá tí hægra 528,25. Miðalprísurin fyri bæði donsku innkeypini gjørdist 513,48.

Kappingareftirlitið hevur í vikuni gjørt eina kanning av prísum í trimun stórum handlum í Tórshavn, Bónus, FK Hoyvík og Á handilin við Sundsvegin, har vit hava keypa tær somu vørurnar sum í donsku kanningini. Lægsti prísurin varð 714,68, síðan 726,45 og hægsti 785,67.

Kappingareftirlitið sigur, at fyrivarni skal takast fyri, at ikki var gjørligt at fáa allar tær vørur sum eru í dansku kanningini. T.d. fekst ikki vistfrøðiligt oksakjøt og vistfrøðilig mjólk í føroysku handlunum og eindirnar vóru í summum førum ymiskar. Í einstakum føri har ein handil ikki hevði eina vøru í teirra úrvali, hava vit tikið tann lægra prísin hjá hinum ístaðin.

Miðalprísurin fyri innkeypini í Tórshavn gjørdist 742,26. Miðal prísmunurin millum keypini í Danmark og í Føroyum gjørdist 228,78. Sostatt er úrslitið sambært hesi kanningini, at prísirnir í Føroyum eru útvið 31 % hægri enn í Danmark.

Kappingareftirlitið ger vart við, at vit ikki hava tikið atlit til serlig føroysk avgjøld.

Niðurstøðan er, at prísmunurin millum føroysku handlarnir er munandi - útvið 10%, og føroyski brúkarin eigur tí at hyggja seg væl um, sigur eftirlitið á heimasíðu síni.