Størri íløgur í námsvinnuna og ein møgulig komandi oljuvinna fara at økja grønlendska CO2-útlátið sera nógv Tey seinastu árini hava grønlendingar lagt stóran dent á at útbyggja námsvinnuna fyri at útvega samfelagnum fleiri inntøkukeldur. Men nú vísir ein frágreiðing, at hesin ídnaðurin kann gerast dýrur fyri Grønland.
Frágreiðingin kemur til ta niðurstøðu, at CO2-útlátið frá námsvinnuni fer at kosta eina milliard krónur. Víst verður á, at tað nýggja aluminiumsverkið hjá Alcoa fer at lata 600.000 tons av CO2 út í umhvørvið um árið ella líka nógv sum alt tað grønlendska útlátið í dag.
Kemur ferð á oljuvinnuna, kemur tað grønlendska CO2-útlátið heilt upp í 14,7 milliónir tons um árið, og tað fer at kosta Grønlandi milliardir í CO2-kvotum, stendur í frágreiðingini.