Hvannasund: Tað er ikki líkt til, at búskaparligu broytingartíðirnar hava tikið hugin frá fólki at seta føtur undir egið borð.
Í Hvannasunds kommunu hevur ikki verið so langt millum hamarsløgini á ídnum monnum og handverkarum, sum hava bygt eitt hús fyri og annað eftir.
Ein koyritúrur gjøgnum Norðdepil og Hvannasund prógvar tað sama. Nógv nýggj og snotulig hús eru at síggja, og hevur hetta uttan iva gjørt sítt til at fólkatalið ikki er minkað nevnivert.
- Í dag standa tvey hús í gerð, staðfestir ein fegin borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, Veronika Petersen.
Framsíggin
Hvannasunds kommuna liggur soleiðis fyri, at stuttur vegur er til Klaksvíkar. Tí kundi hugsast, at mong heldur vildu búsett seg har, enn í Hvannasundi.
Ein orsøk til hesa støðuna eru teir báðir tunlarnir á Borðoynni, sum mong bera ótta fyri at koyra ígjøgnum. Hetta tykist kortini ikki at nerva ella halda fólki aftur í at búseta seg í Hvannasunds kommunu.
Kommunan hevur uppá mangar mátar verið framsíggin og skilagóð, og hevur eftir førimuni roynt at gera sítt til, at tey sum ynsktu sær grundøki, - tey fingu tað.
Fyri nøkrum árum síðani vórðu nógv sethús bygd í Norðdepli, men tey seinnu árini er tað serliga í Hvannasundi, at ein hevur sæð eitt sethús fyri og annað eftir skjóta upp.
Júst hví tað er so, er ikki lætt at finna nakra frágreiðing um. Men Veronika Petersen hevur kortini eitt boð:
Tað hevur líkasum verið eitt slag av inflasjón í - tað vil siga, at tá ein hevur viljað bygt á einum staði, so hava onnur gjørt tað sama.
Og tá fólk fóru at byggja hús í Hvannasundi, so fylgdu onnur í sporunum á teimum undanfarnu.
Nógv vilja byggja
Hetta er sjálvandi at fegnast, at fólk vilja búseta seg í bygdini.
Veronika og hini í bygdaráðnum kunnu kortini fegnast um eitt aftrat: Tað eru eisini fleiri onnur, ið vilja búseta seg í kommununi.
- Vit hava í løtuni fýra fyrispurningar um byggiloyvi liggjandi. Og vit eiga faktiskt hesi grundøkini.
- So tað er eingin trupulleiki hjá fólki at fáa grundøki her, sigur ein fegin Veronika Petersen.
Alt hevur sjálvandi sínar orsøk. Og henda gongdin hevur sjálvandi eisini sína: Kommunan hevur nevniliga gjørt íløgur, til tess at fólk við børnum kunnu búseta seg her.
Barnafamiljur
- Vit hava tey seinni árini arbeitt nógv við hesum spurninginum, sigur borgarstjórin.
Ein av hesum ágóðum er at barnafrádrátturin er rættiliga høgur - 5000 krónur. Haraftrat er skúlin í kommununi - skúlin á Fossanesi - útbygdur við íalt 550 fermetrum.
Ikki nokk við tað, so er av álvara komið glið á eitt annað týdningarmikið mál í kommununi, barnagarðin. Her hevur kommunan samtykti at prosjektera fyri einum nýggjum barnagarði.
Og síðst, men ikki minst hevur kommunan í ár tikið enn eitt stig, og hevur nú ein skipaðan frítíðarskúla í gamla partinum av bygdarskúlanum. Her ganga ikki færri enn 17 børn.
- Hetta ger uttan iva sítt til, at fólk vilja og fara at vilja búseta seg her, sigur ein fegin Veronika Petersen.
Tunlarnir forða
Samstundis sum hesi positivu viðurskiftini eru í kommununi, so er tað kortini eitt annað sum helst forðar enn fleiri fólkum at byggja her í Hvannasundi.
Fyri tann fremmanda og fyri tann kenda, er tunlarnir á Borðoynni ein forðan fyri veruligari menning. Og hetta staðfestir Veronika Petersen eisini:
- Tað er púra vanligt, at tá tú tosar við fólk aðrastaðni frá, at tey siga bart út, at tey nærum ikki vilja koyra gjøgnum tunlarnar!
- Og tosar tú um at menna hetta økið, so eru teir eisini ein forðing. Tað er nevniliga ikki alt sum kann koyrast ígjøgnum tunlarnar. Jú, tað er heilt sikkurt, at tað hevur sína stóru og negativu ávirkan.
Kommunan stykkjaði í síni tíð út eitt vinnuøki, og um tað mundið hevði kommunan einar 3-4 fyrispurningar frá fólki, ið vóru áhugað at fara undir okkurt vinnuligt virksemi.
Um hetta mundið varð nógv tosað og kjakast um teir sonevndu “tunlarnar norður um Fjall” á Borðoynni. Ætlanin hevði komið væl við hjá fólkinum norðanfyri, men politiski myndugleikin vildivildi tað øðrvísi.
- Vit upplivdu tí tað, at tær vórðu allar tiknar aftur, tá tunnilin ikki kom ígjøgnum, slær Veronika Petersen fast.
Her vil eg búgva
- Vit eru við at vera lidnir at stoypa, so her manglar nógv enn, áðrenn vit kunnu flyta inn, sigur Tórur Simonsen.
Hann er ein teirra, sum í hesum døgum er í ferð við at byggja sær egin hús í Hvannasundi.
Nær tað verður, dugir hann ikki at siga. Teir arbeiða við millumbilum, og so má tað bara taka ta tíð, sum tað tekur.
- Í vetur hava vit kortini ikki gjørt so nógv, sigur hann.
Gott fyri børn
Hvannasund liggur soleiðis fyri, at stutt er at koyra norðureftir til Viðareiðis og suðureftir til Klaksvík.
Men Tórur og konan hava avgjørt, at tey framvegis vilja búgva her í Hvannasundi.
- Eg kundi tað sama bygt í Klaksvík. Men nú eri uppvaksin her, og mær dámar eisini væl her í bygdini, slær hann fast.
Arbeiðið hjá Tórur hevur verið knýtt at útróðri og sjónum. Og her í Hvannasundi eru rættiliga góðar umstøður hjá teimum, sum hava hetta sum sítt livibreyð.
Fyri familjuni hjá Tóruri hevur tað eisini sín avgjørda týdning, at her eru góðar umstøður hjá einum húski við trimum børnum.
Eitt teirra gongur í skúla og er nú farið í frítíðarskúlan eisini, meðan hini bæði eru knýtt at kommunalu dagrøktini.
- Her eru heldur eingir bíðilistar, og tað hevur sjálvandi nógv at siga fyri okkum, slær hann fast.
Fólkatalið veksur
Tey seinnu árini hevur fólkatalið í Hvannasunds kommunu verið rættiliga støðugt.
Tá flest fólk búðu her, var í árinum 1990. Tá búðu 198 fólk í Norðdepli og 275 fólk í Hvannasundi, umframt seks fólk í Múla, fýra í Depli og níggju á Norðtoftum. Tað við so aftur siga, at tað vantaðu bert átta sálir í at fólkatalið rakk upp á tey 500.
Seinastu 10 árini er fólkatalið lækkað nakað: Soleiðis búðu 441 fólk her í 2000, meðan talið í 2008 var 433, men er í løtuni komið upp á 438.
Í dag er eitt fólk skrásett í Depli, 260 í Hvannasundi, tvey í Múla, 170 í Norðdepli og fimm á Norðtoftum.
Men verður gongdin hin sama sum nú, er ikki óhugsandi at kommunan - og kanska serliga Hvannasund - fer at vaksa uppaftur meiri.
Leggjast kann aftrat, at í fjør vórðu trý børn fødd í kommununi.