Nógv bygging í Húsavík

Hóast nógva tosið um kreppu og ringu líkindini at fáa lán, standa tvey hús í gerð í Húsavík – og tvey onnur eru á veg

Tá tú koyrir gjøgnum Húsavík slepst ikki undan, at tú leggur til merkis tvey sethús, sum standa í gerð.

- Ætlanin er eitt sindur seinkað. Meiningin var at flyta inn í august, men tað verður so ikki fyrr enn nú, sigur Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu.

Hann sigur, at fólkatalið sum soleiðis stendur í stað, men tað ger vøksturin av bygdini ikki, tá tað ræður um hús.

- Umframt hesi bæði húsini, sum nú standa í gerð, hava vit latið byggiloyvi til eitt aftrat, og ein umsókn liggur inni, sum vit ikki fáa avgreitt, fyrr enn nýggja bygdaætlanin er klár, sigur Jákup Martin Sørensen.

Og talan er um eina ógvuliga ambitiøsa ætlan, sum umfatar ikki færri enn 20 nýggj grundstykkir.

- Tað hevur verið arbeitt við hesari ætlanini í eina tíð, og vit vóna og rokna við, at hon verður liðug og samtykt áðrenn summarið kemur, sigur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu.

Hjá teimum báðum pørunum, sum standa í gerð, kemur maðurin úr Húsavík, meðan konan kemur av Sandi, og borgarstjórin sigur, at tær tykjast at trívast ógvuliga væl í Húsavík.

- Høvdu tær ikki gjørt tað, bleiv nokk ikki bygt her. Hinvegin er frástøðan til Sands ikki so stór, bara átta minuttir í bili. Vit hava eisini eitt barn í skúlanum í Skálavík og heili fimm børn í barnagarðinum á Sandi og eitt í Skopun, so avstandurin hevur ikki serliga nógv at siga í hesum døgum, sigur Jákup Martin Sørensen.

 

Fólk flyta til

Borgarstjórin sigur, at fólkatalið seinastu árini hevur verið støðugt, og sambært Hagstovuni búðu 77 fólk í Húsavík við árslok í fjør.

Kortini er tða soleiðis, at tey bæði nýggju húsini, sum skulu byggjast í nærmastu framtíð føra tilflytarar til bygdina.

- Í teimum báðum førunum eru tað fólk, sum flyta til, ungfólk við familju, so tað er rættiliga hugaligt í so máta, sigu Jákup Martin Sørensen.

Bygdin er heldur ikki sør fyri arbeiðspláss. Fyrst og fremst er tað Eysturbúgvin, sum hóast skrásettur í Dali er heimahoyrandi í Húsavík. Hartil kemur frisørsalongin hjá Marnu Skylv Sørensen, sum hevur verið í bygdini síðani 1988 og sjálvur hevur Jákup Martin Sørensen eitt byggivirki. So tilsamans eigur bygdin nøkur arbeiðspláss.

- Tað er eingin handil longur í bygdini, men sum nevnt so eru avstandirnir so stuttir allastaðni at tað ikki bilar. Men vit hava eitt pláss til húsvognar í bygdini og eitt ungmannafelags hús eisini, so bygdin er heldur ikki sør í so máta, sigur Jákup Martin Sørensen.

Í bygdini eru umleið 30 hús, har fólk búgva í, og tá nú tað koma knappliga fýra nýggj til aftrat, so er tað lutfalsliga nógv.

- So eru eisini leiri hús, sum í dag standa tóm, og sum avbygdafólk eiga og nýta til summarhús. Men tey vberða væl hildin, so tað er ikki so galið, sigur Jákup Martin Sørensen.

Í bygdini er eisini ein skúli, men í løtuni ganga eingi børn í honum.

- Vit hava bara hitt eina barnið í tí aldrinum, og hon gongur í skúla í Skálavík. Um tvey ár skulu so tvey børn byrja í fyrsta flokki, men hvussu tá verður gjørt, veit eg ikki. Tað er upp til foreldrini, men eg kundi hugsa mær, at tað gerst eitt sindur einsligt, bara at verða tvey børn í skúlanum, sugur Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, sum umframt Húsavík eisini telur Dal og Skarvanes.