Sjóvar kommuna hevur seinnu árini merkt nógv til, at tunnilin hevur verið ávegis, og kommunan hevur eisini útstykkjað 53 grundstykki, 11 á Fríðufløtum og 42 við Hálsatjørn, sum er beint norðan fyri vegin, ið gongur tvørtur um Raktanga.
- Øll hesi grundstykki eru seld, og vit hava útskrivað fleiri byggiloyvi. Við Hálsatjørn eru møguleikar at gera nakrar stykkvegir oman úr vegnum, sum gongur norður til byggiøkið. Vit eiga lendið, sum liggur eystan fyri vegin, og her kunnu vit fáa umleið 20 grundstykki aftrat. Vestan fyri vegin eigur kommunan ikki lendið, men tað er ikki óhugsandi, at hetta einaferð í framtíðini kann keypast, um bygdaráðið ætlar tann vegin við útbyggingini við Hálsatjørn.
Tað sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Hann vísir á, at tað er málið hjá kommununi, at vøksturin verður í einum passaligum tempo, sum hann tekur til.
- Men, umframt tey grundstykki, sum kommunan hevur útstykkja og selt á Strondum seinnu árini, eru eisini verkætlanir í gongd við íbúðarbygging. Talan er í fyrsta lagi um tvær privatar byggiverkætlanir. Áður hava Bústaðir bygt sjey íbúðir í Dávagerði, og her verður arbeitt við einari nýggjari verkætlan, har Bústaðir vónandi eisini kunnu verða við.
Borgarstjórin sigur, at enn er eingin avtala undirskrivað, men kommunan hevur verið í góðum samráðingum við Bústaðir um fleiri íbúðir í kommununi. - Vit hava fingið onkrar tekningar, men enn er einki endaliga komið upp á pláss, sigur Artur Johansen.
Sjóvar kommuna noyðast helst at útvega nøkur grundstykki aftrat - í fyrsta umfari helst við Hálsatjørn, umframt at arbeitt verður við einari minni ætlan við Kolbanagjógv, og onkur grundstykki eisini eru á Selatrað, sum saman við Morskranesi eisini eru partur av Sjóvar kommunu.
Borgarstjórin leggur aftrat, at so leingi, sum Føroyar eru í undanvindi, samstundis sum Eysturoyartunnilin nú er ein veruleiki, verður helst tørvur á fleiri grundstykkjum í kommununi.
- Eg vænti ikki nógv meira ferðslu her um okkara leiðir, nú Eysturoyartunnilin er opin, men tað verður fantastiskt hjá okkum at fáa lut í teimum møguleikum, sum tunnilin gevur. Sjálvur rokni eg við, at tað verður eitt lop við bilum ta fyrstu tíðina, men sum frá líður verður tað ivaleyst mest okkara egnu ferðslu, sum vit fara at síggja. Eg stúri ikki fyri teirri ferðslu, sum vit fáa, sigur Artur Johansen.
##med2##












