Á politistøðini í Havn gera teir vart við, at teir liggja inni við eini rúgvu av tingum, sum fólk hava mist burtur. Onkur hevur so funnið hetta og er komin á støðina við tí. Hetta hevur havt við sær, at nú liggur hópin av burturmistum tingum á støðini í Havn, sum løgreglan helst vil sleppa av við. Millum annað kann nevnast, at har liggja 24 fartelefonir, trý fototól, 2 mappur, 128 lyklatyssi, 7 ur, 25 brillur og mangt annað. Um tú ert ein av teimum, ið hevur mist okkurt burtur, kanst tú seta teg í samband við politistøðina í Havn. Møguliga teir liggja inni við lutinum, ið tú saknar










