Tað er vorðið rættiliga nógv bíligari at útvega sær eitt brúkt fiskiskip úr Noregi tað seinasta árið.
Fiskeribladet/Fiskaren skrivar, at síðani á nýggjárinum er prísurin á brúktum skipum fallin umleið 30 prosent, og sambært blaðnum vænta tær norsku skipasølurnar at sleppa av við skipini uttanlands. Men tað kann gerast trupult, tí sambært norska Kystmagasinet hava skipasølurnar í fleiri londum fleiri brúkt skip á sølulista.
Orsøkin til tað stóra prísfallið á brúktum fiskiskipum í Noregi er, at norðmenn eru í ferð við at endurnýggja flotan. Í árunum frá 2011 til 2014 koma ikki færri enn 59 stór fiskiskip í flotan. Sambært Fiskeribladet/Fiskaren kosta tey 59 skipini knappar níggju milliardir norskar krónur ella 150 milliónir krónur í meðal.