Nógv blálonga á marknaðinum

Meiri enn ein fjórðingur av teimum 227 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag og í gjár, var blálonga, sum kom frá nøkrum línuskipum. Í gjár seldi marknaðurin 30 tons fyri 9,24 krónur í meðal, meðan tey 30 tonsini, sum vórðu seld í dag, fóru fyri 8,01 krónur í meðal fyri kilo.

Umleið 55 tons vóru av toski hesar báðar dagarnar. Í dag fór toskur II fyri 16,37 krónur og toskur III fyri 14,31 í meðal. Prísirnir í gjár vóru heldur hægri.

Uppboðssølan seldi knappliga 30 tons av svartkalva í gjár og seks tons í dag, og prísurin var góður. Í gjár fór svartkalvin fyri 24,55 krónur, og í dag kom hann upp í 28,50 krónur fyri kilo.

Línuskipini, sum seldu í gjár, høvdu eisini væl av longu og brosmu. Longa II fór fyri 11,78 krónur, longa III fyri 11,48 krónur, og næstan øll brosman fór fyri 8,50 krónur fyri kilo.

Tey 227 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í gjár og í dag, vórðu seld fyri 3,5 milliónir krónur.