Nógv blálonga av Íslandsrygginum

Fleiri línuskip seldu á Fiskamarknaðinum í dag. Trý teirra høvdu verið á Íslandsrygginum, og tey høvdu rættiliga nógva blálongu og nakað av svartkalva.

Av blálongu vóru 57 tons, og øll blálongan fór fyri 8,66 krónur fyri kilo. Knappliga 15 tons vóru av longu og eini 25 tons av brosmu. Longa II fór fyri 13,10 krónur og longa III fyri 13,00 krónur. Tað mesta av brosmuni var brosma III, sum fór fyri 9,39 krónur fyri kilo.

Av toski vóru knappliga 30 tons. Toskur I fekk meðalprísin 18,01 krónur, toskur II 17,50 krónur, og meðalprísurin á toski III var 16,67 krónur.

Tey 20 tonsini av svartkalva fóru fyri 27,40 krónur fyri kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin í dag 153 tons fyri tvær milliónir krónur.