Nógv biligari at fara við Smyrli við bussi

Strandferðslan lækkar nú prísin heilt nógv fyri at fara við Smyrli við bussi

 

Nú verður nógv bíligari at fara við bussi við Smyrli. Hereftir skal tað nevniliga kosta tað sama at flyta ein buss við Smyrli, sum tað kostar at flyta hann við Teistanum.

 

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nýggju prísirnir verða settir í gildi 1. mai, tað er ein spurningur um at gera tær teknisku broytingarnar í ferðseðlaskipanini.

 

Í fleiri ár hevur ferðavinna fýlst á, at Suðuroyggin er fyri stórum vanbýti, tí tað er so dýrt at flyta bussar við Smyrli.

 

Umframt at rinda fyri bussin, skal hvørt ferðafólk eisini rinda sín ferðaseðil og sostatt kann tað skjótt kosta einar 4000 krónur at fara til Suðuroyar við einum bussi við ferðafólki.

 

Og tað verður mett at vera ein stór forðing, tí í undirsjóvartunlunum báðum kostar tað 300 krónur, tí tað skal bara ferðaseðil rindast fyri bussin ikki fyri ferðafólki.

 

Hinvegin kostar tað 1.100 krónur at fáa ein stóran buss yvir 15 metrar við Smyrli.

 

Tað kostar 765 krónur at fara við Teistanum við einum stórum bussi, sum er yvir 15 metrar langur. Og nú hava Strandferðslan og Henrik Old Landsstýrismaður í samferðslumálum, gjørt av, at tað skal kosta tað sama at flyta ein buss við Smyrli, sum tað kostar at flyta hann við Teistanum.

 

Fyri at nevna eitt dømi, lækkar prísurin fyri at flyta ein stóran buss við Strandferðsluni, sostatt eini 30 prosent, so at tað nú fer at kosta 765 krónur, har tað higartil hevur kostað 1.100 krónur.

 

Kortini skulu ferðafólkini framvegis rinda fyri ferðaseðilin, tí príslækkingin er bara galdandi fyri sjálvan bussin.

 

Hilmar Eliasen væntar ikki, at tað fer at kosta Strandferðsluni nakað serligt, tí av tí, at prísurin er so høgur, eru tað fáir bussar við Smyrli.

 

Tvørtur ímóti er vónin, at tað fer at bera til at fáa fleiri bussar, og fleiri ferðafólk til Suðuroyar.

 

Henrik Old, landsstýrismaður, ásannar, at enn er langur vegur á mál, áðrenn ferðaseðlaprísirnir til og úr Suðuroyar eru javntsettir við prísin aðrastaðni, men hann staðfestir, at hetta er eitt stig á leiðini, og so fæst at síggja, hvat tað endar við.

  

Samstundis verður arbeitt við eini samhaldsfastari samferðsluskipan, har ongi øki eru fyr vanbýti, men tað arbeiðið fær landsstýrismaðurin einki sagt um enn.