27 ára gamla Elinborg og og 26 ára gamla Íunn úr Íslandi hava verið í starvslæru á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinastu vikurnar. Tær báðar ganga á Universitetinum í Reykjavík, har tær nema sær útbúgving innan ”leasure and recreations studies”.
- Vit lósu í lokala blaðnum í Grindavík, um íslendska gentu, sum gekk á Ítróttaháskúlanum seinasta várskeið. Í greinini varð greitt frá lívinum á skúlanum og hvat skúlin hevur at bjóða, og hetta hildu vit var sera lokkandi og valdu at søkja um at sleppa í starvslæru á Ítróttaháskúlanum, siga tær báðar við Suðurrás.
- Vit væntaðu at tað fór at verða gott og læruríkt, men tað bleiv bara nógv betri enn vit høvdu væntað. Vit hava t.d. lært sera nógv av mátanum undirvísararnir umgingu næmingarnir uppá. Aktivitetirnar vóru eisini sera gevandi og hava flutt okkum nógv, ikki minst útum okkara tryggu sonu, greiða tær frá og eggja øðrum íslendingum at royna ítróttarháskúlan eisini.