Nógv bendir á kaminuna

- Nógv bendir á, at eldur er komin í kaminuna, tí mesti eldurin var millum flagtekjuna og loftið og annars millum skins og hold, sigur Sunleiv Højgaard. Tað er løgreglan, sum eigur uppgávuna at finna út av, hvussu eldur kom í skúrin ella summarhúsið á Raktanga í kvøld, har áður var krútgoymsla.

Men Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, hugsar sær, at eldurin er kyknaður í kaminuni, tí tað var serliga millum flagtekjuna og loftið, at tað brendi ? og so eisini millum skins og hold.

- Vit noyddust at bróta nakað niður fyri at sleppa til eldin, sum var innanfyri, sigur hann.

Hann sigur, at kynt hevur verið upp í summarhúsinum fyrr í dag.

Spurdur, um skaðin er stórur, sigur sløkkiliðsleiðarin, at tá eldur verður sløktur, og neyðugt er at bróta ella taka niður fyri at sleppa fram at, er talan sum oftast um rímiliga stóran skaða.

- Soleiðis er tað helst eisini í hesum førinum, leggur Sunleiv Højgaard aftrat.