- Vit vita, og næmingar, foreldur og lærarar vita, at nógv børn fáa ikki eitt nóg gott tilboð. Og tað eiga vit ikki at góðtaka.
Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, við Vikuskiftis-Sosialinum, um kritikkin frá foreldrum at børnum við autismu og skúlastjórar, ið meta at ikki nóg nógv verður gjørt at hjálpa børnum við autismu í fólkaskúlanum.
Landsstýriskvinna vísir tó samstundis á, at ein stórur partur av játtanini til heilsuverkið verður brúktur til børn við serligum tørvi.
- Vit brúka í løtuni umleið ein fjórðing av játtanini til skúlaverkið til serligan tørv, ella áleið 100 milliónir krónur árliga. So sera nógvur peningurin er longu í systeminum, tá ið hugsað verður um, at talan er um í mesta lagi 10 prosent av samlaða barnatalinum. Nógv bendir sostatt á, at vit ikki hava dugað at skipað og gagnnýtt játtanina sum er raðfest ella tillutað sernámsfrøðiliga økinum, sigur Rigmor Dam.
Til ber at lesa alla samrøðuna við Rigmor Dam í Vikuskiftis-Sosialinum.