Nógv bíligari ferðaseðlar við Atlantsflogi

Janus Rein, tingmaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingi við tí endamáli at gera tað nógv bíligari at ferðast, ikki minst hjá lesandi.

Í einum uppskoti, hann hevur lagt fyri tingið, vil hann hava løgtingið at kanna, hvar føroyingar keypa sínar tollfríu vørur, tá ið teir ferðast.

Hendan kanningin skal brúkast at upplýsa føroyingar um, hvussu stóran týdning, tað hevur at keypa tollfrítt í Føroyum og ikki á útlendskum flogvøllum, tí vinningurin er so stórur.

Verður øll tollfrí søla flutt til Føroya, kunnu inntøkurnar økjast minst 20 milliónir og tað er meiri enn inntøkan hjá Vága Floghavn er av ferðaavgjaldinum.

Men hann er eisini greiður yvir, at so skal vøruútboðið í tollfría handlinum økjast.

Sostatt kunnu inntøkurnar brúkast at avtaka avgjaldið á 185 krónur, sum flogvøllurin í Vágum tekur fyri hvørt ferðafólk.

Annars ætlar politiska valdið eisini at avtaka ferðaavgjaldið á 120 krónur, sum landskassin tekur fyri hvørt ferðafólk.

Tilsamans ber sostatt til at lækka prísin á hvørjum returferðaseðili 305 krónur.

Tað fer at gera teir bíligastu ferðaseðlarnar eini 23% bíligari og teir dýru ferðaseðlarnar 5% bíligari.

- Soleiðis kunnu smá tiltøk føra til nógv bíligari ferðaseðlar, heldur tingmaðurin.

Hann skjýtur somuleiðis upp, at tey lesandi, sum fáa lestrarstuðul, skulu ikki longur rinda ferðaavgjald til landskassan.

Og ístaðin fyri at tey fáa 2400 krónur í ferðastuðuli, skulu tey hereftir fáa tríggjar ókeypis retur ferðaseðlar um árið á rutunetinum til og úr Føroyum.

- Tað er eitt lands- og samfelagsáhugamál at varðveita eitt so tætt tilknýti sum møguligt til teirra, ið fara uttanlands at útbúgva seg, sigur Janus Rein.

Men skal tað eydnast at verður neyðugt at taka upp samráðingar við flutningsfeløg um bíligar ferðaseðlar til lesandi og samstundis mugu tey sleppa undan øllum avgjøldum.

Sostatt ber til at seta hesa skipanina í verk, uttan at tað kostar landinum stórvegis, um tað yvirhøvur fer at kosta nakað í longdini.

Janus Rein sigur, at bæði landið og tey lesandi vinnarar. Landið tryggjar, at ferðastuðulin í veruleikanum verður nýttur til endamálið og tey lesandi vitja oftari heim og á tann hátt styrkja tey sambandið við føroyska samfelagið.