Nógv bíligari enn væntað

Lægsta tilboðið uppá útbyggingina av eysturmolanum í Havn er nærum helmingin bíligari enn kostnaðarmetingin

Mánadagin vórðu tilboðini uppá útbyggingina av eysturmolanum í Havn latin upp. Landsbyggifelagið hevur gjørt verkætlanina og útbjóðingartilfarið. Fýra tilboð komu inn, eitt teirra føroyskt.

Tilboðið hjá Højgaard & Schultz er 35.093.000 krónur, tilboðið hjá H. Hoffmann & Sønner 56.974.000 krónur, tilboðið hjá E. Phil & Søn 34.997.626 krónur og tilboðið hjá J.& K. Petersen er 44.556.818 krónur. Bíligastu tilboðsgevararnir, E. Phil & Søn, gjørdu seinastu útbyggingina av molanum, heiman fyri Skansaboðarnar.

Tað eru nógv ár síðani, at eitt so stórt arbeiði er prosjekterað. Tí hevur tað verið serstakliga ringt at meta um kostnaðin. Kostnaðarmetingin hjá Landsbyggifelagnum ljóðaði uppá 65 mill. krónur.

- Tilboðini liggja væl undir metingina, men aftur at teimum skulu umleið 10% leggjast fyri projektering og eftirlit, ið eru ikki íroknað tilboðini, sigur Marius Müller, tekniskur leiðari hjá Tórshavnar kommunu.

Útbyggingin er breiðkan av Eysturmolanum. Talan er um umleið 18.000 fermetrar, ið verður bingjupláss.

- Í løtuni er bert pláss til bátar og ein bil at koyra aftur og fram. Sum er er einki pláss til at seta frá sær.

Grótið til útbyggingina verður tikið av Glyvursnesi og flutt sjóvegis. Arbeiðið fer at taka umleið fýra ár, og farið verður í gongd í ár. 13 mill. krónur eru settar av til arbeiðið á fíggjarlógini í ár.