Nógv bál í Danmark

Jóansøka ? ella Sankt Hans, sum tað eitur á donskum ? er rættilig hátíð, og hvør býur og kommuna við virðing fyri sær sjálvum, tendrar bál »Sankt Hans aften« »Hver by har sin heks og hvert sogn sine trolde,

dem vil vi fra livet med glædesblus holde«, syngja Shu-bi-dua í kenda sanginum hjá Holger Drachmann, Midsommervise.

Og hesum liva danir fult og heilt upp til. Teir brenna eitt ótal av heksum ? ella gívrum, sum tað eitur á føroyskum ? hetta kvøldið. Og nógv verður gjørt burtur úr, sum tað sæst á myndini. Stórur ómakur verður gjørdur at fáa tilvirka eina rættiliga gívur, sum so verður brend á báli hetta kvøldið, meðan røður verða hildnar og sungið, etið og drukkið verður aftur við.

Eisini í Kolt Hasselager í útjaðaranum av Århus brendu tey gívur í gjárkvøldið, og har var Símun á Høvdanum staddur. Sjálvur borgarstjórin í Århus, Nicolaj Wammen var komin út í lítlu bygdina at flyta fram røðu. Símun sendi portalinum hesa myndina, og annars ber til at fara inn á heimasíðuna www.simun.dk at síggja fleiri myndir frá Sankt Hans-haldinum í Kolt Hasselager.