Meginparturin av teimum 243 tonsunum, sum vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya í dag, var frá trimum línuskipum, sum høvdu verið undir Íslandi.
Skipini høvdu umleið 115 tons av brosmu og longu. Tað mesta av brosmuni fór fyri 9,00 krónur kilo, og tað mesta av longuni fór fyri knappar 13,40 krónur í meðal fyri kilo.
Umleið 80 tons av toski vóru á uppboðnum í dag. Toskur II fekk meðalprísin 15,13 krónur, toskur III 14,04 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 12,48 krónur.
Umleið 15 tons av kongafiski vóru, men prísurin var ikki góður í dag. Tað mesta fór fyri góðar 9,40 krónur í meðal, og fýra tons av svartkalva fóru fyri 24,47 krónur í meðal fyri kilo.
Tey 243 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri tríggjar milliónir krónur.