Nógv attraktiv ferðamál

Sørvágs kommuna hevur lagt út summarhúsøki í smáu perlunum - bygdunum - í kommununi, bæði í Gásadali, Bø og Mykinesi.

Tað hendir nógv í Sørvágs kommunu, bæði vinnuliga, ítróttarliga og innan skúla og mentan. Eisini í ferðavinnuhøpi er gongd í, og her hevur kommunan lagt út summarhúsøki í smáu perlunum - bygdunum - í kommununi.

 

- Vit hava fingið eina byggisamtykt fyri summarhúsøki eystan fyri bygdina í Bø. Hetta er ein stór og spennandi verkætlan, sum rúmar fleiri summarhúsum, og her eru øll loyvi komin upp á pláss. Tað er Tróndur Niclasen í Bø, sum eigur hesa verkætlan.

 

Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at summarhúsøki eisini eru skipað í Gásadali og í Mykinesi, og í prinsippinum kunnu summarhús longu nú byggjast á øllum hesum trimum økjum.

 

- Teir, sum eiga hesi øki, kunnu bæði byggja sjálvir - og/ ella selja burtur av til onnur at byggja á, men her skal so kommunan geva sína góðkenning.

 

Borgarstjórin vísir á, at Mykines er eitt forkunnugt ferðamál, og Tindhólmur er líka sum eitt alternativ til Mykines, har ein veitari, sum hevur bátar til ferðavinnusigling, hevur loyvi at fara við ferðafólki undir skipaðum viðurskiftum.

 

- Gásadalur við sínum vakra Múlafossi, ið er at síggja á mongum ferðavinnusíðum, er eisini vorðið eitt attraktivt ferðamál. Tann umtala, sum Múlafossur hevur fingið, hevur av álvara vakt ans, eins og náttúran úr Bø og yvir móti Tindhólmi fellur mongum í eyguni.

 

Sune Jacobsen sigur, at Í summarhálvuni síggjast javnan fólk, sum ferðast um flogvøllin, fara út til Bíggjar at síggja bygdina og vakra umhvørvið yvir móti Tindhólmi.

 

- Tey eru eisini mong, sum vilja síggja Múlafoss og sermerktu fjøllini úr Gásadali.

 

Sune Jacobsen vísir á, at nógvir útlendingar eru av teirri áskoðan, at hevur tú ikki verið í Mykinesi, hevur tú ikki verið í Føroyum.

 

- Ferðafólki dámar eisini væl at sigla fram við Sørvágsbjørgunum og sigla inn í Munkastovu, ið er eitt stórt látur. Hetta er ein fantastiskur túrur, leggur borgarstjórin aftrat.