Um vikuskiftið vóru tað nakrir Fleyr-leikarar, sum vunnu steypagull bæði við besta liðnum og við mansunglingum. Ein teirra var 18 ára gamli Uni Jacobsen.
- Tað kennist heilt fantastiskt. Hetta hevur nógv at siga fyri felagið, serliga manssíðuna, ið ikki hevur vunnið nakað serligt í fleiri ár, sigur Uni við Sosialin í dag.
- Hetta er eisini fyrsta finalan í bestu deildini hjá teimum flestu á liðnum, so hetta var sera stuttligt at vera við til. Hetta vísir at ein nýggjur vinnaramentalitetur er komin í felagið, sigur hann víðari.
Uni er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann svarar fleiri spurningum um steypafinalurnar hetta vikuskiftið og eisini um oyggjaleikirnar í summar.
Sosialurin hevur annars gjørt nógv burturúr steypafinalunum hetta vikuskiftið. Í blaðnum í dag eru seks síður um finalurnar hjá monnunum, kvinnunum og yngru deildunum.