Nógv at reika fyri til Burn Showdown

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsfyrireikaran hjá Burn Showdown, Jákup Suna Berg

Høvuðsfyrireikarin aftanfyri risastóra tiltakinum Burn Showdown, ið er í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið er Jákup Suni Berg.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup Suna Berg í sendingini, SportBoxin á FM1 seinnapartin í dag.

 

Spurdur um hann fær brell at kappast, svarar Jákup Suni Berg, at við tí ryggskaðanum hann hevur er tað ein farin tíð.

 

Hann greiðir eisini frá, at hann hevur so nógv at reika fyri í samband við Burn Showdown, at hann hevur ikki tíð og umstøður til annað enn at hava fult fokus á, at Burn Showdown verður væl avgreitt.

 

Nú klokkan 19 byrjar sterkamanna-kappingini, har Bjarni Nielsen eisini kappast.