Lítið man vera at ivast í, at verður kæruavgerðin hjá Fjølmiðlanevndini brúkt á rættan og uppbyggjandi hátt, so er hon eitt upplagt høvi at bøta um samskiftið millum fjølmiðlarnar og okkum, sum eru politiskur myndugleiki. Fjølmiðlar øðrumegin og politiskir og umsitingarligir myndugleikar hinumegin eiga nú at fara inn á eina nýggja leið, ið bøtir um samskiftið partanna millum.
Tórshavnar kommuna er partur av hesi fyrstu avgerðini hjá Fjølmiðlanevndini, sum tilskilar greitt, at Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya framdi álvarslig brot á góðan fjølmiðlasið, tá Sjónvarpið í juni mánaði bar tíðindi um umvælingar í gamla realskúlanum í Havn.
Kommunan er nøgd við hesa fyrstu og søguligu avgerðina hjá Fjølmiðlanevndini. Avgerðin er ein einvís afturvísing av álvarsligum skuldsetingum um nepotismu og korruptión í fyrisitingini. Einki hald var í hesum skuldsetingum, og tí kundi Sjónvarpið ikki vænta sær viðhald, tá kæra varð send Fjølmiðlanevndini.
Fjølmiðlaetisku reglurnar, sum skjótt gerast formligar, eru ikki bert ein kærkomin verja hjá teimum, sum fáa órímiliga viðgerð í miðlunum. Við støði í etisku reglunum eigur at bera til at fáa eitt betri samskifti í lag við fjølmiðlarnar.
Ofta er tað so, at partarnir hittast á einum ov veikum og tilvildarligum grundarlagi. Ov ofta hava fjølmiðlar frammanundan læst seg fastar í eina ávísa mynd av viðurskiftunum, og ofta er henda mynd als ikki í samsvari við veruleikan.
Fjølmiðlarnir eiga at seta sær hægri mál og seta seg betur inn í viðurskiftini og duga at broyta myndina, so hon samsvarar við veruleikan. Hinvegin mugu vit, sum stjórna kommunum og fyrisitingum, í størri mun enn nú hjálpa fjølmiðlunum við upplýsingum, ið geva rættvísandi myndina av veruleikanum.
Skal hetta eydnast, er neyðugt, at fjølmiðlarnir ikki bara síggja politikarar og umsitingar sum ein mótpart, ið skal jarðleggjast fyri ein og hvønn prís, samstundis sum vit, ið sita hinumegin borðið, eisini læra okkum størri opinleika, ið gagnar øllum pørtum í síðsta enda.