Tað hevur verið rokaligt á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum í allan dag.
Sera hált var í morgun og fyrrapartin, og fleiri fólk eru komin illa fyri av hálkuni.
- Longu tíðliga í morgun komu tey fyrstu fólkini á skaðastovuna, og allan fyrrapartin hevur tað verið úr at gjørt við skaðum orsakað av hálkuni, sigur Jákup Midjord, leiðandi yvirlækni á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Hóast nógv fólk hava verið á skaðastovuni, hevur talan ikki verið um ógvusligar skaðar.
- Tey eru komin inn við lættari skaðum. Tað er eitt nú ein skeiklaður fótur, brotin armur og brotið hondlið. Enn hevur eingin verið her í dag við so stórum skaða, at skurðviðgerð er neyðug, sigur Jákup Midjord.










