Teir hava 770 tons í frystum svartkjafti og eini 50 tons mjøli. Teir á Norðborg valdu at koma inn at leggja veiðina upp og skifta onkran lut, áðrenn hildið verður fram við skartkjaftaveiðu.
Christian í Grótinum liggur í Norðhavnini og bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði í morgin eftir næsta góða túrin í ár vestanfyri Hetland.
##med2##
Teir fóru avstað 2. januar og hava nú verið á tveimum makreltúrum. Tilsamans hava teir havt 8 tov og fingið í alt 2.500 tons av makreli.
Enn er ivasamt, um teir nú fara á svartkjaft ella teir taka ein túr afturat eftir makreli.
Borgarin hevur verið á einum makreltúri vestnfyri Hetland í ár og fingu teir 1.500 tons. Teir skifta nú turkispælið, sum kemur at taka nakrar dagar.
Tað tók nakað av tíð at fáa spælið í land, tí tjúkku vangarnir máttu skerast í helmingar – Sama er við nýggja spælinum, sum stendur á Kambsdali hjá KJ-Hydralik. Har mugu vangarnir brennast í helmingar, og síðani montera teir umborð aftur, tá ið spælið er íkomið.
##med3##
Í dag vóru tað menn frá KJ-Hydralik og Hans Egil við teirra stóra kranabili, sum avmonteraðu gamla turkispælið.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##