Tað var nógv fólk í býnum í Havn í nátt, helst í sambandi við stóra tónleikatiltaki, sum var á Vaglinum.
Men løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt, og fyribils hava tey ikki fingið nakra fráboðan um harðskap.
Tað merkir kortini ikki, at løgreglan hevur verið arbeiðsleys, verri enn so, tí tey hava havt nakað av arbeiðið av at hjálpa avdotnum fólki á føtur. Nakrar verður mátti boð sendast eftir sjúkrabili til fólk, sum vóru dottin og høvdu meitt seg - og onkur skuldi fáast niður av einum taki, tey vóru farin upp á, umframt annað av slíkum slagi, ið kann stinga seg upp í stórum veitslum.
Annars fingu eini tvey fólk bót tí at tey vildu ikki siga løgregluni hvørji tey vóru. Navn, bústaður og føðingardagur og føðingarár, eru annars einastu upplýsingar, fólk hava skyldu at geva løgregluni.
Og harafturat fekk eitt fólk bót fyri at vísa løgreglufólki longutong.
Løgreglan hevði eitt vælmannað lið í býnum í nátt og tað gera tey, tí tey eru av teirri sannføring, at tað fær fólk, sum hava lyndi til at vera ólátað, til at sissa seg, og tey hava mangan sagt, at tað hava tey góðar royndir av.