Sosialurin ringdi eisini til Ruborg Zachariassen, sum seinastu 39 árini hevur arbeitt á deildini hjá Føroya Banka á Flogvøllinum. Hon ynskti tó ikki at gera nakra viðmerking til málið um at niðurleggja deildina har. Men í okkara samrøðu, sum vardi 4 minuttir, var lætt at staðfesta, at talan var um fleiri enn 1-2 avgreiðslur um dagin hjá. Hon var upptikin av sínum arbeiði so at siga alla tíðina, ímeðan vit tosaðu.










