Nógv at fegnast um

Mikukvøldið í stillu viku var árliga gallaveitslan í hondbólti hildin. Sum vera man, vórðu hópin av heiðurslønum latnar, og niðanfyri taka vit saman um hesar

Heiðurslønir

Tað vóru sum so ikki tey heilt óvæntaðu nøvnini, sum vórðu drigin úr hattinum, tá ársins leikarar av ymsum slag skuldu kjósast á árliga gallakvøldinum í hondbólti, sum hesa ferð var í Vági.
Ikki tí, tað plagar nú heldur ikki at vera heilt vanligt á slíkum kvøldum, at tær heilt stóru kaninirnar verða drignar fram. Bæði leikarar, venjarar og dómarar hava havt ein heilan vetur til at sýna, hvør dugur er í teimum, og nú restaði so bert at fáa dómin frá mótleikarunum.
Kappingin fór fram soleiðis, at leikarar og venjarar sluppu at lata sína atkvøðu um, hvønn tey hildu skuldi gerast ársins av onkrum slag, og so var bara eftir at telja saman. Undantakið var sjálvandi heiðurin fyri at gerast toppskjútti og leikum fagurt kappingin, sum bæði geva seg sjálvt ígjøgnum árið.

Neistin og StÍF
So hvørt, sum steypini av ymsum slag vórðu latin, gjørdist greitt, at tað serstakliga vóru Neistin og StÍF, sum fóru avstað við flestu steypunum. Onkur var kanska eitt sindur bilsin um, at tvífaldu meistaraliðini hjá VÍF ikki fingu meira enn tað eina steypið, men aloftast er tað so við slíkum greiðslum, at atkvøðurnar leita sær aðrar vegir enn júst har, sum flest steyp eru frammanundan.
Ársins leikarar komu bæði úr Neistanum, og hetta var kanska ikki so øgiliga óvæntað. Jacob Jónsson, sum annars eisini vann hendan heiðurin fyri fýra árum síðani, hevur havt eitt framúr gott kappingarár, og hevur hann verið heitur favorittur til heitið. Heilt so stórur favorittur mundi Gunnleyg Berg úr Neistanum ikki vera. Ikki tí. Eisini hon hevur havt eitt sera gott kappingarár, men hjá kvinnunum tóktist kappingin tó at vera meira opin, enn hjá monnunum.
Tað er serliga í álopsspælinum, at Jacob Jónsson hevur sínar dygdir, og fyri hesar varð hann umframt heiður fyri ársins leikarar eisini kosin sum ársins álopsleikari. Hjá kvinnunum fall valið á Joan M. Joensen úr Stjørnuni, sum í mangar mátar hevur staðið sera sterk í myndini í ár. Ikki minst, tí hon av sonnum hevur traðkað út úr skugganum hjá útlendsku leikarunum á liðnum.
Og har Jacob hevur sína styrki í álopinum, so hevur hin ársins leikarin, Gunnleyg Berg, kanska sína avgjørdu styrki í verjupartinum. Eisini hóast hon kortini skjýtur nógv mál. Undir øllum umstøðum hava avrik hennara í verjuni verið somikið sannførandi, at hon umframt heiðurin sum ársins leikari eisini varð kosin ársins verjuleikari. Hjá monnunum fall heiðurin til Marius Joensen úr StÍF, sum eisini í fjør var heilt nær við, men tá mátti síggja Sámal Joensen fáa heitið.

Ivaleysir málverjar
Tá talan fellur inn á ársins stjørnuskot, so er tá talan um leikarar, sum veruliga hava fingið sítt gjøgnumbrot hetta árið.
Hjá kvinnunum gjørdist talan um Lailu Jespersen úr VB. Kanska eitt sindur merkisvert ? og ikki minst stuttligt hjá Lailu. Hon gjørdi nóg so nógv um seg seinnu kappingarhálvu í fjør, men eftir skiftið til Kyndil í vetur, kom mest sum einki burturúr. Ikki fyrr enn hon aftur var í VB, kom veruliga ferð á, og ferðin hevur verið somikið stór, at hon nú varð kosin stjørnuskot.
Hjá monnunum stóð kappingin einamest millum Sveinur Justinussen hjá StÍF og Høgna Klein hjá Kyndli, og her vann Sveinur. Ikki minst man tað vera avrikið í steypafinaluni, har hann veruliga hevði ein avgerandi leiklut, sum hevur vigað tungt í hesum, men tað er einki er at ivast í, at vit her hava ein leikara, sum veruliga fer at gera um seg komandi árini.
Tað varð sagt omanfyri, at einastu lutirnir, sum vóru avgjørdir frammanundan, vóru kjósanin av leikum fagurt liðunum og ársins toppskjúttum. Tað er kanska ikki heilt rætt, tí fáur ? um nakar ? mundi ivast í, hvørji fóru at gerast ársins málverjar hetta kappingarárið.
Gamaní hava onnur eisini staðið seg væl, men tey bæði rumensku ? Manuela Stan hjá VÍF og Marian Cirloganescu hjá StÍF ? hava skarað framum øll hini, og tá atkvøðurnar vórðu taldar, so var heldur eingin ivi.

Tey uttanfyri
Umframt at heiðurslønir av ymsum slag verða latnar leikarum, so verður gallakvøldið eisini nýtt, til at geva teimum, sum ikki eiga høvuðsleiklutirnar á vøllinum, eina heiðursløn. Dómarar og venjarar eru kanska ofta í fokus, tó at tað ikki er á sama hátt sum leikararnir, og eisini her skuldi finnast útav, hvør hevði staðið seg best í árinum.
Virðislønirnar fyri bestu venjaraavrikini fullu ikki óvæntað til Sophus Dal-Christiansen og Jónleif Sólsker, sum annars báðir fingu hesa virðisløn, fyrstu ferð hon varð handað.
Sophus hevur í ár havt ábyrgdina av neistakvinnunum, og tó at tær í besta lagi vórðu mettar sum fjórð sterkasta liðið undan kappingini, so fingu tær bronsuna, og var tað ikki fyri stigamissin í seinasta umfarinum, so hevði talan verið um silvur fyri teirra viðkomandi.
Jónleif hevði helst ikki nakrar vónir um hetta heitið undan vetrarsteðginum. Eftir eitt søguliga vánaligt grundspæl var mansliðið hjá Kyndli tá á aftasta plássinum, men síðani er nógv hent. Liðið, sum var nógv broytt í mun til undanfarin ár, fór brádliga at ota seg alt meira upp eftir talvuni, og endastøðan gjørdist eitt heiðurligt fjórða pláss, sum ikki minst sýndi, at Kyndil framvegis eigur gott tilfar at byggja á.
Og so at enda dómararnir. Har traðkaðu brøðrinir, Hannis & Uni Wardum inn aftur á pallin, eftir at teir annars ikki hava dømt á hægsta stigi í fleiri ár. Og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingist væl. Eitt faktum, sum eisini varð undirstrikað av, at teir dømdu mansfinaluna í steypakappingini.

Tey gjørdust ársins

Toppskjúttar
Asta PetrauskieneSóljan
Heini JoensenNeistin

Ársins leikarar
Gunnleyg BergNeistin
Jacob JónssonVÍF

Ársins álopsleikarar
Joan M. JoensenStjørnan
Jacob JónssonNeistin

Ársins verjuleikarar
Gunnleyg BergNeistin
Marius JoensenStÍF

Ársins stjørnuskot
Sveinur JustinussenStÍF
Laila JespersenVB

Ársins málverjar
Manuela StanVÍF
Marian CirloganescuStÍF

Ársins venjarar
Sophus Dal-ChristiansenNeistin
Jónleif SólskerKyndil

Leikum fagurt kappingin
KvinnurStÍF
MennStÍF

Ársin dómarar
Hannis & Uni WardumKyndil