Fiskivinna
Á landingarmiðstøðini hjá P/F Barðinum í Sørvági er væl av fiskaarbeiði, tá ið mest er at gera. Men, sum við øllum øðrum, ið hevur við fiskivinnu og fiskiskap at gera, er eisini skiftandi við arbeiði í Sørvági.
Landingarmiðstøðini hevur einar 15 landarar, sum allir eru til arbeiðis, tá ið mest er at gera, og inni í høllini eru fólk, sum skilja og pakka, tá ið pakkað verður fyri keyparar.
Tað eru serliga skipini, Vestursøki, Vesturleiki, Akranes og Dragasund, sum hava skapt arbeiði hjá landarum og fiskafólki annars í Sørvági. Men eisini onnur skip hava lagt veiðina upp í Sørvági, sum antin er seld um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya ? ella beinleiðis til feløg, sum hava keypt fiskin.
Smáligur útróður
Útróðurin hevur sum heild ikki vignast nakað serligt í vár, og soleiðis hevur hann heldur ikki roynst nakað serligt hjá bátunum, sum hava roynt vestanfyri.
Poli Joensen, sum er stjóri á landingarmiðstøðini í Sørvági, sigur, at útróðrarfiskurin, sum kemur upp á land í Vágunum, verður at kalla allur lagdur upp í Sørvági og seldur um uppboðssøluna.
Hann heldur ikki, at várið hevur vignast nakað serligt, men sigur, at onkran dagin hava einir 15-20 útróðrarbátar lagt veiðina upp í Sørvági.
- Bátarnir, sum landa her vesturi, royna bæði við línu og snellu.
Misjavnar vikur
Poli sigur, at einir 15 landarar eru knýttir at landingararbeiðnum hjá landingarmiðstøðini, men rættiliga ymiskt er, hvussu nógv er at gera.
- Í síðstu viku landaðu fleiri skip her vesturi, og tá var nógv at gera. Hesa vikuna hevur lítið og einki verið, og óvist er, hvussu hendan vikan annars kemur at roynast, nú veðrið seinastu dagarnar hevur verið so ólagaligt, sigur hann.
Í síðstu viku landaðu eitt nú Gullberg, Kúrberg, Sigmundur, Vestursøki, Vesturleiki, Vesturtúgvan, Akranes, Dragasund og Vesturvarði í Sørvági.
Russaraupsi
Eins og í Runavík, Vestmanna og Vági, liggur eisini russari og tekur ímóti smáum upsa í Sørvági. Skipið hevur ligið á Sørvági einar fjúrtan dagar ella so. Fiskurin verður skildur á landingarmiðstøðini og avhøvdaður umborð á russiska skipinum, har hann síðan verður frystur og seldur til Ruslands.
Poli sigur, at landingarmiðstøðin bert hevur til uppgávu at veita skipum og bátum eina tænastu.
- Vit landa, skilja, pakka eitt sindur fyri fiskaseljarar og veita annars skipum og bátum tænastu, men vit hava einki við keyp og sølu av fiskinum at gera, sigur Poli Joensen, stjóri.
Fiskurin, sum kemur upp á land í Sørvági, verður annars keyptur av ymiskum virkjum kring landið, og millum keypararnar eru eisini Fiskavirking í Miðvági og Vestís í Sørvági.