Eftir reglunum hjá Facebook skulu tey, sum skráseta seg har, vera minst 13 ára gomul, men kanningar vísa, at næstan helmingurin av teimum 8 til 12 ára gomlu børnunum eru á Facebook.
Í Bretlandi er uppaftur verri. Ein nýggj kanning har vísir, at 44 prosent av teimum 8 til 12 ára gomlu eru skrásett á Facebook, og at 23 prosent brúka Facebook dagliga.
Ein tilsvarandi kanning í USA vísir, at har hava 58 prosent av teimum 12 ára gomlu børnunum egna Facebook-síðu. Hendan kanningin vísti eisini, at 66 prosent av børnunum vistu, hvat Facebook er.










