Nú gongur tað rætta vegin

Men kappingarleiðarin heldur, at tað hevði verið uppaftur betri, um tað bar til at fíla ein hálvan tíma afturat av samlaðu róðrartíðini

VARMAKELDUKAPPRÓ?UR

Keðiliga tíðargongdin í sambandi við FM róðrarnar varð vend á Varmakeldu í Fuglafirði. Samlaða tíðin at avgreiða teir sjey FM róðrarnar lá hesa ferð um tríggjar tímar. Kappingarleiðarin, Hans David Hansen, heldur, at tað er brúkiligt, og hann rósar fyrireikarunum fyri fyrimyndarligt avrik. Men Hans David Hansen heldur, at tað hevði verið uppaftur betri, um tað hevði borið til at stytt tíðina ein hálvan tíma afturat.
- Um tveir og ein hálvur tími fóru til sjey róðrar, so høvdu steðgirnir ikki verið so langir. Tað var hent tiltak, at heilt stuttur fundur leygardagin var við umboð fyri manningarnar. Tað bar við sær, at nervarnir kámaðust eitt sindur, at bátarnir vóru skjótari til startboyurnar, og at álitið millum partarnar styrknaði.
Hans David Hansen sigur, at tað er eingin ivi um, hvør høvuðsorsøkin er til, at tað higartil ikki hevur eydnast at stytta róðrartíðina uppaftur meiri:
- Hon er tann, at fleiri manningar skulu kappast í somu bátunum. Vit høvdu vónað, at tá ið vit fóru undir barnaróðrarnar klokkan 13.30, so skuldi tað eydnast at fara undir fyrsta FM róðurin klokkan 15.00. At klokkan kortini var farin eitt lítið korter av trý, áðrenn dreingirnir startaðu, komst av, at tað var neyðugt at bíða eftir onkrum av manningunum, sum ikki fingu høvi at fara í bátin, tá ið teir skuldu havt verið farnir í hann, um teir skuldu havt møguleika at verið á málinum til ásettu tíðina.
Ber tað til at gera nakað við tann trupulleikan?
- Spurningurin er, um tað hevði borið til at starta barnaróðrarnar eitt sindur fyrr. At áhugin millum tey ungu er stórur at taka lut, tað er positivt. Men trupulleikin er, at fleiri manningar eru um hvønn bátin. Tað skilst, at fleiri feløg ætla at fáa sær fleiri 5-mannafør. Kanska verður tað tá soleiðis, at tað ikki fara at verða so nógvar manningar um hvønn bátin. Um manningarnar um hvønn bátin ikki vóru so nógvar, so hevði samlaða kappingartíðin verið styttri, heldur Hans Dávid Hansen.

Ein start afturat
Í Róðrarsambandinum eru teir sera fegnir um, at trolvirkið Vónin í Fuglafirði og róðrardeildin hjá ÍF undan Varmakeldustevnuni fingu nýggjan start til vega. Henda hava fuglfirðingar nú latið RSF. Róðrarsambandið hevur fingið gott tilboð upp á ein fastan start afturat av sama slagnum sum tann, ið fyrstu ferð varð nýttur leygardagin, og tí tilboðnum fara teir at taka av.
- Trýstið á hann var fýra tons, tá ið hann var strammaður. Tað er umleið helmingurin av tí, sum hann tolir, og hann gav seg einki. Tað hevði ikki borið til við gomlu startunum. At nýggi starturin var so strammur, bar við sær, at hann lá sum ein strongur. Báturin, sum hevði ábyrgdina av hanafótinum aftanfyri startin, hevði millum lítið og einki at gera, og tað var lagaligari hjá manningunum og startdómaranum, enn tað plagar at vera, sigur Hans David Hansen.
Tað hevur verið at hoyrt, at um tveir startir høvdu havt verið nýttir í staðin fyri ein, so kundi róðrartíðin havt verið stytt mundandi. Men kappingarleiðarin heldur ikki, at tað í sær sjálvum er trupulleikin, um tað eru ein ella tveir fastir startir:
- Tað er ikki tíðin, sum fer til at sleipa startin, sum er avgerandi. Heldur er tað uppgávan at stramma startin upp. Leygardagin vóru sjey bátar brúktir til tað. Tíðin fer til at fáa bátarnar, sum stramma startin upp, til at liggja. Um eingin spilltíð skuldi havt verið, so hevði verið neyðugt við fjúrtan bátum og manningum í staðin fyri sjey, og tað hevði ikki bara verið sum at siga tað. Tveir bátar við stórari orku stramma startin. Tveir bátar hjálpa hvørjum av hesum báðum at halda seg á rætta staðnum, so teir ikki dríva út um ella inn um, og so er tað báturin, sum tekur sær av hanafótinum. Sum sagt so halda vit ikki, at tað er í hesum sambandinum, at tað skal setast inn fyri at skerja kappingartíðina uppaftur meiri, men tað er í tí veruleikanum, at tað eru fleiri manningar um hvønn bátin. Tað kostar tíð.
Í kvøld fara umboð fyri RSF at hava fund saman við lokalu fyrireikarunum av róðrinum í Fuglafirði. Á skránni er eftirmeting av kappróðrinum síðsta leygardag. Fyrireikararnir av róðrinum á Fjarðastevnuni, sum nú leyardagin verður á Skála, eru bodnir við á fundin.