Nú gongur rætta vegin

HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, leikti leygardagin dagin sín dyst nummar 300 í reyðu og svørtu strípunum og setti harvið met í havarfelagnum

Rúni Nolsøe sigur, at dysturin leygardagin var eitt prógv um, at nú gongur rætta vegin hjá føroyameistarunum, og hann fegnast um, at glið tykist verða komið á spælið hjá HB. Tó heldur Rúni, at liðið hjá B68, sum teir spældu ímóti leygardagin, er tað veikasta B68-liðið, ið hann nakrantíð hevur leikt ímóti, síðani hann fyrstu ferð spældi í bestu deildini.
Spurdur um dysturin komandi sunnudag fer at vísa, hvussu sterkt HB-liðið í veruleikanum er, sigur Rúni Nolsøe, at tað er møguligt, men eftir hansara tykki eru øll liðini javnt góð í ár, og tað tykist sum um, at øll kunnu taka stig frá øllum. - Ongin dystur kann tippast frammanundan, og tað ger tað bara nógv stuttligari, sigur Rúni Nolsøe.
Liðskiparin hjá HB, sum í ár leikar sítt 12. kappingarár í havnarfelagnum, sigur tað verða stuttligt at eiga dystarmetið í havnarfelagnum, men annars hevur tað ikki so nógv at siga, heldur Rúni Nolsøe. Áðrenn Rúni fór at leika við HB, leikti hann fimm kappingarár á besta liðnum hjá barndómsfelagnum VB, so dystirnir hjá honum í fremstu deildini eru heilt nógvir. Rúni Nolsøe hevur eisini sáttmála við HB komandi kappingarár, men í løtuni tekur hann tó eitt ár í senn, tí nú eru tey mongu fótbóltsárini farin at merkjast á kroppinum. Tó sigur Rúni, at hann kennir seg sum HBara, og at hann fer at spæla í reyðu og svørtu strípunum, til hann gevst við fótbóltinum.