Indonesiski kavbáturin - KRI Nanggala 402 - sum hvarv mikumorgunin undir einari hernaðarvenjing við 53 fólkum umborð er framvegis ikki funnin.
Tað hevur verið sagt, at ein slíkur kavbátur sum hesin hevði nóg mikið av ilt til manningina fram til klokkan 22 í kvøld, føroyska tíð.
Men, nú kvøldið er vorðin seint, er kavbáturin ikki funnin, tó at dúgliga hevur verið leitað eftir honum út fyri oynni, Bali, har hann seinast varð sæddur.
Talsmaður fyri indonesisku marinuna, Julius Widjono, sigur sambært CNN í kvøld, at tað er neyðugt framhaldandi at vera optimist.
- Vit noyðast at vera optimist. Tað vera bønir biðnar um alt Indonesia um, at tey 53 fólkini skulu hava tað gott, sigur hann í kvøld.
Dýpið í havinum, har kavbáturin sporleyst hvarv, er einar 600 til 700 metrar, og hetta er nógv meira, enn kavbáturin er bygdur til.











