Tá seinasta kappingarár endaði misti Mjølnir fleiri leikarar úr tí tyngra endanum og tað sæst eisini aftur á úrslitunum í ár. Dystir, sum Mjølnir vanliga hevur vunnið, verða nú taptir. Fyri nøkrum vikum síðani var tað ÍF, sum í Klaksvík gjørdi bart og vann á Mjølni.
Hetta vikuskiftið vóru klaksvíkingar í Havn og spældu móti Fram. Hvørki av oddaliðunum frá í fjør hevur rættiliga havt eydnuna við sær í ár, og tí var týdningarmikið at fáa gongd á nú.
Og hesaferð var tað Fram sum dróg longra stráið. Í einum sera spennandi og til tíðir eisini sera væl leiktum dysti vunnu teir 3-2 móti meistarunum.
Tað var eisini Fram, sum fekk bestu byrjanina. Teir vunnu fyrsta sett ruddiliga og serliga vóru tað teir báðir Sigmund og John Heri, sum vístu sínar dygdir. Fram hevur annars eisini mist fleiri góðar menn í ár og tí eru teir ikki eins sterkir og teir vóru í fjør.
Pól Guðmundssen er, sum nevnt aðrastaðni, aftur í ÍF eftir ein stuttan steðg í Fram í fjør. Bárður, sum seinasta ár var spælskipari á Fram-liðnum er farin uttanlands í lestarørindum og spælir nú flogbólt í donsku elitudivisiónini við Fortuna Odense.
Hóast teir taptu fyrsta sett, so er Mjølnir ikki eitt lið, sum gevur seg yvir uttan dyst og teir bardust tí tað besta teir høvdu lært.
Við Trúgva Poulsen, John Syderbø og Jóannes Poulsen sum undangongumonnum knógvaðu teir tey bæði næstu settini til høldar og tí stóðu teir til at vinna dystin um teir fingu fjórða setti heim, men soleiðis gekst nú ikki kortini.
Fram leikararnir og serliga Sigmundur av Teigum, sum er tann heilt stóri leikarin hjá Fram, fekk gongd á spælið og við honum sum lokomotivi vann Fram fjórða sett.
Fimta sett spennandi
Sum vera man gjørdist seinasta settið í dystinum næstan ein gysari. Mjølnir fekk bestu byrjan og legði seg væl á odda, men ikki nóg mikið.
Fram hevur ótrúlig evni at koma aftur í aftur. Hóast tað til tíðir sær út sum eru teir púrasta steðgaðir upp, so brestur fyri nev hjá teimum og tá hol er komið á eru teir ikki til at steðga aftur.
Soleiðis var eisini í dystinum móti Mjølnir í vikuskiftinum. Mjølnir fekk luft undir veingirnar í fimta setti, men tá ein løta var farin, vóru tað klaksvíkingar, sum lógu veingjaskotnir eftir á, meðan Fram hevði lagt seg á odda.
Mjølnir megnaði ikki at venda gongdini og tí endaði dysturin við, at Fram 3-2.
Hóast stutt er fráliðið, síðani farið var undir kappingina, so er longu ein greið mynd av hvussu hetta kappingarárið fer at laga seg.
Tað sær nevniliga soleiðis út, at missurin hjá teimum báðum liðunum, sum vóru fremst í fjør, hevur verið ov stórur til at tey kunnu fóta sær í ár og hesum fara ÍF a og Fleyr at gera sær dælt av.
Sum kappingin hevur lagað seg higartil, so er tað eisini henda myndin, sum kemur fram.
Komandi vikuskiftið fáa vit so at síggja um tað bara eru gitingar ella um hald er í, tí tá verður fyrsta steypakappingin á árinum. Fleyr bjóðar hinum feløgunum til Havnar at spæla kapping og tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer.
Nú ljóðar tað kanska sum um tað er stórur munur á liðunum, men so er kortini ikki og liðini skulu øll ansa sær í øllum dystunum, tí gera tey ikki tað, so stendur tap í hendi.









