Nú gongur betur

Eftir at hava havt fíggjarligar trupulleikar í fleiri ár er vend nú komin í raksturin hjá teimum amerikonsku flogfeløgunum.

Tey seinastu fimm árini hava feløgini mist umleið 250 milliardir krónur. Tann fyrsti ársfjórðingurin í ár gevur eisini hall, men feløgini vænta avlop í øðrum ársfjórðingi, og at at 2006 fer at geva avlop, sigur CNN. Hesin spádómurin er galdandi fyri feløgini American Airlines, United Airlines, Continental Airlines og US Airways.

Orsøkin til gongdina er, at ferðaseðlaprísurin er hækkaður, ferðafólkini eru vorðin fleiri, og feløgini hava skarvað nógv av teimum dagligu útreiðslunum. Tann stóri vansin er, at brennievnið er tríggjar ferðir dýrari enn fyri fýra árum síðani, men kortini vænta feløgini avlop í ár.