Nú glapp hjá Vali

Í kvøld eydnaðist tað íslendska Vali á heimavøllinum á Líðarenda í Reykjavík at vinna grannauppgerðina ímóti Fylkir 3-1. Støðan í hálvleikinum var 3-0. Hetta var fyrsti sigurin hjá Vali síðani 6. juli. Síðani tá hava úrslitini verið fýra javnleikir og eitt tap, og tí var sigurin serliga kærkomin.

Fyrrverandi HB venjarin, Kristján Guðmundsson, sum nú hevur ábyrgdina í Vali, hevði gjørt fleiri broytingar á liðnum. Ein broyting var, at hann setti landsliðsmálverjan, Haraldur Björnsson, á beinkin, og ein onnur var, at hann fyri fyrstu ferð nakrantíð gav 20 ára gamla Kolbeinn Kárason møguleikan í álopinum.

Kolbeinn Kárason takkaði fyri álitið við at skora tvey mál - annað eftir langt innkast frá Jónasi Þór Næs. Christian R. Mouritsen var á beinkinum alla tíðina, og Jónas og Pól Jóhannus Justinussen vóru vongverjar.

Soltna úrtøkan fimm tær seinastu ferðirnar bar við sær, at Valur datt úr øðrum og aftur á fjórða pláss. Í kvøld hevur - við einum undantaki - verið fult umfar í Íslandi, og úrslitini vóru soleiðis, at Valur framvegis er á fjórða plássi.

Úrslitini í kvøld: Breiðablik-ÍBV 1-2, Stjarnan-Fram 2-2, Valur-Fylkir 3-1, Víkingur R-FH 1-3 og Keflavík-Grindavík 1-2. Þór og KR spæla hósdagin.